Vardy javnaði metið hjá van Nistelrooy

Maðurin, sum spældi í 8. deild fyri fáum árum síðani er nú metmaður í ensku Premier League

Fyri fáum árum síðani spældi hann í ensku 8. deild, nú er Jamie Vardy, framherji hjá Leicester City metmaður í Premier League, har hann deilir eitt flott met saman við niðurlendsku fótbóltslegenduni Ruud van Nistelrooy, sum varð Manchester United dyggur málskjútti fyrst í hesari øldini.

 

Tá Jamie Vardy skoraði til 1-0 til Leicester í dystinum ímóti Newcastle á Saint James Park leikvøllinum javnaði hann metið hjá Ruud van Nistelrooy. Metið er, at teir báðir eru teir einastu í søguni, sum hava skorað mál í 10 Premier League dystum á rað.

 

Áðrenn dystin í dag ynskti Ruud van Nistelrooy Jamie Vardy góða eydnu á Instagram: - Met er til at sláa. Kom so Vardy. Eg ynski tær góða eydnu, skrivaði Ruud van Nistelrooy. 

 

Skorar Jamie Vardy ímóti Manchester United á heimavølli í Leicester komandi leygardag eigur hann metið einsamallur. Eitt ótrúligt bragd av einum manni, sum hevur arbeitt seg upp úr 8. deild. 

 

Tað lá ikki í kortunum í nógv ár, at Jamie Vardy fór at gerast ein Premier League spælari, sum øll fóru at tosa um. Yrkisleiðin hevur ført Jamie Vardy heilt úr 8. deild, og sjey fótbóltsdeildir upp til Premier League, heimsins best umtóktu fótbóltsligu.

 

 

Jamie Vardy er føddur og uppvaksin í Sheffield, og tað vóru sorgarboð at fáa, sum 16 ára gamal, at gamla stórfelagið, Sheffield Wednesday ikki kundi geva honum ein lærlingasáttmála.

 

 

Árini 2007-2010 spældi Jamie Vardy fyri Stocksbridge Park Steels í 8. deild, har hann skeyt 66 mál í 107 dystum. Áskoðarasnittið varð 183 áskoðarar til heimadystirnar, og tað er eitt langt lop til Premier League.

 

 

Kappingarárið 2010-2011 spældi hann við 6. deildarliðnum, FC Halifax Town, har hann við sínum 29 málum í 41 dystum hevði stóran týdning fyri liðið, sum flutti upp í fimtbestu deildina. Kappingarárið 2011-2012 spældi Jamie Vardy við 5. deildarfelagnum, Fleetwood Town, har hann skeyt 31 mál í 36 dystum.

 

 

 

Hetta gjørdi, at Leicester, sum tá spældi í næstbestu fótbóltsdeildini fekk eygað á hann. Síðani 2012 hevur Jamie Vardy havt sáttmála við Leicester, og onkur í talentdeildini hjá Sheffield Wednesday eigur at hava ógvuliga reyð oyru í dag, aftaná at hava yvirsæð dugin, sum er í Jamie Vardy. Tá Fleetwood seldi Vardy í 2012 fingu teir eina miljón bretsk pund fyri hann, sum tá var ein metsøla fyri ein spælara uttanfyri fýra tær ovastu fótbóltsdeildirnar í Onglandi. 

 

 

Og í skrivandi stund er Leicester City oddalið í Premier League, ein verulig sólskinssøga.