Varðin hóttir við at selja

Einki forðar eigarum í at selja skip við veiðirættindum fyri millliardir. Nú hóttir Varðin við at selja til útlendingar

Kári Petersen búskaparfrøðingur sigur við Sosialin í vikuskiftinum, at einki steðgar eigarum av skipum at selja tey fyri milliardir, nú uppsjóvarvinnan hevur mett avreiðingarvirði á yvir 2 milliardir í 2014. Hetta er fimmfaldað tað, sum veiðan var verd í 2009. Tá var hon 400 milliónir krónur.

 

Hetta merkir, at skipini kunnu seljast fyri eini 5 til 7 milliardir krónur, tí veiðuloyvini, sum eru latin ókeypis frá landinum, eru so nógv verd, sigur Kári Petersen.

 

Einki í lógini steðgar teimum eigarunum, sum hava fingið loyvini ókeyps, at selja tey víðari og taka pengarnar úr vinnuni.

 

Haraftrat merkir skipanin við einkarrættinum, at loyvini eru so nógv verd, at bara útlendingar hava ráð til at keypa tey, sigur Kári Petersen. Hann heitur á politikararnar um at broyta skipanina, tí vit fáa eitt fámannaveldi, har nøkur fá fólk eiga millliardir og tískil hava alt valdið í Føroyum um nøkur ár.

 

Kjakið hevur fingið Varðan í Gøtu at hótta við at selja til útlendingar. Teir kenna seg illa viðfarnar, siga teir við Norðlýsið og vilja tískil selja til útlendingar. Í farnu viku segði Páll á Reynatúgvu frá tingsins røðarapallli, at hann hevði hoyrt at Varðin hevur fingið bjóðað 2,5 til 3 millliardir krónur frá útlendskum felagið, um teir vilja selja.

 

Hetta staðfestir sostatt tað, sum Kári Petersen hevur ávarað ímóti. Nevniliga eini skipan, har feløgini hava skip, sum tey kunnu selja til milliardir saman við veiðurættindum, sum tey hava fingið ókeypis frá landinum, og at tað einans eru útlendingar, sum hava ráð til at keypa tey.