Varðin fingið nýggjan ritstjóra

Nýggi ritstjórin heldur avgjørt, at tað enn er brúk fyri Varðanum

Mentanarritið Varðin hevur fingið nýggjan ritstjóra. Tað er 44 ára gamla Dorit Hansen, sum nú skal ritstjórna 94 ára gamla tíðarritinum.

Dorit Hansen er ritstjóri í Námi og hevur eisini verið miðlafólk, har hon hevur verið blaðkvinna á Sosialinum, og har hon eisini hevur ritstjórnað eykablaðnum, Mentan, hjá Miðlahúsinum.

 

Hon er cand. mag í enskum og samtíðarsøgu og samfelagsgreining, og hevur drúgvar royndir sum miðnámsskúlalærari, boðar Varðin frá í morgun.

 

Varðin byrjaði sum mentanarligur felagsskapur í 1912, og í 1921 kom fyrsta tíðarritið út. Varðin hevur havt nógvar kendar ritstjór og úr rúgvuni kunnu nevnast Gunnar Hoydal, Steinbjørn B. Jacobsen, Christian Matras, Heðin Brú, William Heinesen og Rikard Long.

 

Seinastu trý árini hevur rithøvundurin Agnar Artuvertin verið ritstjóri, og frammanundan ritstjórnaði Poul Andreasen tíðarritinum í góð 25 ár. Dorit Hansen verður fyrsta kvinnan í ritstjórnini.

 

Og hon heldur, at tað er framvegis tørvur á Varðanum.

 

- Í dag eru nógvir pallar, sum miðla mentan og viðgera bókmentir, men tað er framvegis stórur tørvur á einum tíðarritið sum Varðanum.

 

- Vit hava brúk fyri einum palli, sum loftar og viðger stóra føroyska útgávuvirksemi og lýsir føroyska mentanarsøgu. Og vit hava tørv á einum palli, sum hýsir bæði góðum skaldskapi og kritiskari mentanarviðgerð. Ein slíkur pallur skal Varðin vera.

 

Eftir ætlan kemur fyrsti Varðin við nýggju ritstjórnini út í vár, og málið er, at tíðarritið skal koma út tvær ferðir um árið.