Varðin fer nú at byggja eitt virki afturat á Tvøroyri

Tað fer at skapa fleiri arbeiðspláss

Borgarstjórin hjá Tvøroyrar Býráði, Kristin Michelsen, vinstrumegin, og Bogi Jacobsen, stjórin hjá Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic fer nú at byggja út á Tvøroyri og í hesum sambandi hava tey nú handað Tvøroyrar Býráð eina umsókn um at byggja eitt virki afturat á havnarlagnum á Tvøroyri.

 

Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi á Tvøroyri á sumri í 2012 og endamálið er at virðisøkja og víðarimenna uppsjóvarfisk í Suðuroynni.

 

– Ein av fyritreytunum fyri víðarimenning – og fyri at verða kappingarførur – er ein protein- og lýsiverksmiðja. Í framleiðsluni í dag fer ein partur til protein og lýsi, skrivar Varðin Pelagic á heimasíðuni.

 

– Í staðin fyri at flyta hendan part norður um Suðuroyarfjørð, hevur Varðin Pelagic í longri tíð arbeitt við einari verkætlan við tí endamáli at framleiða rest-rávøruna á Tvøroyri.

 

– Hetta fer at skapa fleiri størv, og tað verður støðugt arbeiði.  Og so fer tað eisini at hava við sær, at farmaflutningurin við Smyrli minkar munandi.

 

– Endamálið er at kunna gagnnýta ta góðu rest-rávøruna frá høvuðsframleiðsluni, samstundis sum vil gagnnýta svartkjaftin betur

 

Varðin Pelagic framleiðir sild, makrel, lodnu og svartkjaft. Serliga svartkjaftur verður fiskaður í stórum mongdum, og tað hevur leingi verið ætlanin at gera surimi úr svartkjafti. Tann ætlanin fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá virkið brendi í 2017. Tá virkið bleiv bygt uppaftur, var ætlanin altíð at víðka virksemið í framtíðini, og tí bleiv pláss gjørt fyri víðarimenning – bæði við surimi, proteini og lýsi.

 

Og í dag hevur Varðin Pelagic handað Tvøroyrar Býráði eina umsókn um byggiloyvi til eitt protein- og lýsiverksmiðju á havnalagnum á Tvøroyri. 

 

Borgarstjórin hjá Tvøroyrar Býráði, Kristin Michelsen, vinstrumegin, og Bogi Jacobsen, stjórin hjá Varðanum Pelagic