Leygarkvøldið kunngjørdi stjórin í Varðanum Pelagic at næsta ár fer Varðin Pelagic at byggja surimivirkið á Tvøroyri.
Tað skrivar Egil Olsen á Tvøroyri, á Facebook í morgun. Egil Olsen er nevndarlimur í Varðanum Pelagic, sum er uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.
Nýggja virkið kostar 70 milliónir at byggja, og fer at hava við sær, at virksemið á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, verður støðugugari.
Egil Olsen sigur, at eftir ætlan fara útvið 70 fólk at arbeiða á nýggja virkinum, sum verður liðugt um eitt ár.
Hetta er eitt lið í ætlanini hjá Varðanum Pelagic, at virkað svartkjaftin, sum teir taka ímóti.
Nýggja virkið verður beint uttanfyri, ella eystanfyri virkið hjá Varðanum Pelagic. Tað er húsið fremst á myndini, har Landingarmiðstøðin var.
Hetta stendur í skerandi andsøgn til tað, sum fleiri ferðir er ført fram á Løgtingi í seinastuni, at ætlanin hjá samgonguni at selja eitt sindur av fiskirættindum á uppboðið, fer at fáa vinnulívsfólk at sleppa ætlanunum um at gera íløgur, tí støðan verður so ótrygg.










