19 ára gamli maðurin, sum í oktobur varð handtikin og skuldsettur fyri neyðtøkuroynd, situr enn í varðhaldi.
Hann varð handtikin 19. oktobur, tá hann møtti til avhoyr á løgreglustøðini. 30. septembur boðaði ein genta løgregluni frá, at hon varð álopin aftan fyri Sjónleikarahúsið. Maðurin var farin til skips dagin eftir álopið, men vitnisfrágreiðingar gjørdu, at løgreglan megnaði at eymerkja mannin frá vakmyndatólum. Løgreglan ringdi umborð og avtalaði við mannin, at hann skuldi koma til avhoyr, tá hann kom til lands.
Úrslitið av avhoyringini var, at maðurin varð handtikin, og 20. oktobur varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hesar fýra vikurnar nýtti løgreglan at kanna viðurskifti kring neyðtøkuroyndina, og tá varð maðurin skuldsettur fyri eina neyðtøku afturat.
17. novembur varð varðhaldsfongslingin longd í fýra vikur, meðan løgreglan hevur kannað, um maðurin kann setast í samband við aðrar hendingar í miðbýnum í Havn, har gentur hava boðað frá, at onkur hevur verið eftir teimum.
15. desembur játtaði maðurin at sita varðhaldsfongslaður í fýra vikur afturat, og aftur 12. januar játtaði hann, at varðhaldsfongslingin varð longd í fýra nýggjar vikur. Hann hevur sostatt sitið í varðhaldinum síðani 19. oktobur, ella góðar tríggjar mánaðir.











