Varðhaldsfongslaður fyri harðskap

Eitt harðskapsmál eftir ólavsøkuna endaði í rættinum

Á ólavsøku fekk løgreglan nakrar fráboðanir um harðskap og eitt av málinum endaði í rættinum. Tað var ein maður, sum hevði givið eini kvinnu eitt slag í andlitið, men løgreglan sigur, at gerningsmaðurin hevði ymisk onnur lógarbrot við í skjáttuni og tískil varð hann tikin og avgerð varð tikin um at royna at fáa hann varðhaldsfongslaðan.

 

Sostatt varð hann førdur fyri rættin í gjár við kravi um varðhaldsfongsling, og tað var rætturin samdur í. Sostatt er maðurin varðhaldsfongslaður í góðar tvær vikur, til tann 16. august, og hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið.