Gentan, sum um hálvgum fýratíðina í gjár var yvirkoyrd á Hvítanesveginum í Hoydølum, hevur tað eftir um støðunum gott.
Óhappið hendi á gonguteignum tvørtur um Hvítanesvegin, har studentaskúlanæmingar vanliga ganga fyri at taka bussin oman í býin.
Hetta var júst tá ferðslan var upp á tað heilt nógva, so ferðslutøppar komu í báðar vegir. Tá slík óhapp henda, verður alt gjørt fyri at tryggja tann skadda sum best, um álvarsligur rygg- ella hálsskaði skuldi verið, tí tók tað eina løtu, áðrenn koyrandi var aftur eftir Hvítanesvegnum.
Men tíbetur spældi væl av í somáta hjá gentuni, sum varð yvirkoyrd. Mamman skrivar á Facebook, at gentan fekk heilaskjálvta og varð innløgd til eygleiðing. Gentan hevur 16 ára føðingardag í dag.









