Varastjóri á LS: Støðan er ikki nóg trygg

Enn einaferð er Føðideildin á Landssjúkrahúsinum miðdepil í einum stríði

Støðan á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum er ikki trygg, nú ljósmøðurnar eru í verkfalli. Tað sigur Margit Stórá, varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum, við Dag&Viku í kvøld.


- Tað hava vit melda út beinanvegin, at vit meta ikki hon er nóg trygg og tað halda vit fast í, sigur Margit Stórá, varastjóri, tá hon verður spurd av journalistinum, um verandi støða er trygg.


Tað var í síðstu viku, at Semingsstovnurin gavst í royndini at fáa semju millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tá upplýsti Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagið, at tað var lønarspurningur, ið skilti partarnar í samráðingunum.


Í Dag&Viku í kvøld bleiv upplýst, at síðan verkfallið byrjaði hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum biðið fakfelagið um undantøk 24 ferðir, og hevur felagið givið tað í 18 førum.


Við Kringvarpið segði Annika Hoydal í síðstu viku, at felagið fór at geva undantøk at veita bráðfeingis hjálp, tá eitt barn skal berast í verðina.