Ávarar um tikkandi bumbur undir samgonguni

Løgmaður ásannar, at eitt tað ringasta hjá hesi samgonguni verður at finna semju um allar tunlarnar, sum skulu gerast Tað verður ómetaliga tórført hjá samgonguni at semjast um eina fíggjarlóg fyri næsta ár.

Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Í hesum sambandi ávaraði hann um, at tað liggja nakrar tikkandi bumbur undir samgonguni.

Í hesum sambandi hugsar hann um allar tunlarnar, sum talan hevur verið um at gera.

Hann sigur, at tað, sum nú krevst, er, at vit gera eina tunnilssemju, sum ger, at vit eisini fáa orku og stundir til at taka onnur, neyðug mál, upp.

Annars helt Løgmaður, at útlitini fyri 2009 eru ikki tey bjartastu.

- Vit hava oljuútreiðslur, sum longu nú eru ein trupulleiki fyri vinnuna og tað einstaka húsarhaldið og oljuprísurin bara hækkar og hækkar, næstan ótálmað.

- Vit hava matvøruprísir, sum eisini hækkað næstan ótálmað og sum avgjørt eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum familjum, serliga barnafamiljum, umframt at rentan hækkar. Samstundis fylgja fiskaprísirnir ikki við uppeftir.

- Av tí sama fer tað at krevja eitt ótrúliga gott politiskt handalag at fáa ein skilagóða fíggjarlóg fyri 2009, segði løgmaður.

Hann helt, at tá sleppa politikarar veruliga at standa sína roynd og at prógva, at teir hava neyðuga styrki og evni at loysa teir stóru trupulleikarnar.