Ávarar ímóti lívfrøðiligum yvirgangi

Stjórin í altjóða løgreglusamstarvinum Interpol, Ronald Noble, væntar, at yvirgangsfelagsskapir sum al-Qaeda fara at brúka lívfrøðilig vápn í sínum atsóknum.

Á einari ráðstevnu í Cape Town í Suðurafrika mánadagin segði Ronald Noble, at tað kann væl hugsast, at yvirgangsmenn fara at lata seg smitta við einum ella øðrum drepandi virusi, og at teir síðani fara at ferðast ímillum fólk sum livandi smittubumbur, sum hann tók til. Sum dømi nevndi lívshættisligar sjúkur sum ebola, miltbrand og koppar. Harafturat kann tað henda, at yvirgangsmenn fara at breiða drepandi sjúkur við postinum, eins og gjørt varð í USA í 2001, tá fleiri týðandi amerikanarar fingu miltbrandbakteriur sendandi í postinum.

Ronald Noble vísti á, at al-Qaeda hevur langt síðani sagt seg vera til reiðar at drepa fleiri milliónir fólk við lívfrøðiligum og evnafrøðiligum vápnum, og hann minti ráðstevnuluttakararnar á, at al-Qaeda hevur tol til at fyrireika og fremja atsóknir, sum tey flestu halda vera óhugsandi. Við hesum sipaði hann ivaleyst til atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon fyri góðum fýra árum síðani.