Gera fakfeløg álvara av ætlanini at stovna nýggjan flokk, fer tað at skaða vinstravongin í føroyskum politikki og at styrkja høgravongin Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í formansfrágreiðin síni á landsfundi floksins í Trongisvági í morgun.
- Neyvan er tað tað, sum tey ónøgdu ætla, men tað verður so úrslitið, um tey gera ætlanina til veruleika, ávaraði hann.
Hann fýltist eisini á, at bara tað lotar úr hanakjafti, hoyra vit um fólk, sum skulu kvetta við flokkin, og tað seinasta er so, at javnaðarfólk standa fram og tosa um at stovna nýggjan flokk, tí vit ikki røkja okkara uppgávur til fulnar.
Tað hendi eisini í 1994, Tá ið Verkamannafylkingin varð stovnað og tað spjaddi vinstravongin og styrkti høgravongin og tað fer at henda eisini hesuferð, heldur formaður Javnaðarfloksins.
- Hetta er heldur ikki serliga búgvið og als ikki við bakgrund í einari rættari fatan av, hvussu samfelagið er sett saman og enn minni, hvussu ein flokkur sum okkara virkar til broyttar umstøður.
- Eru vit røtt javnaðarflók, so er vit javnaðarfólk eisini í andróðri. Tað er so lætt at vera við, tá alt gongur upp á stás, men tað er tá tað rekur ímóti, at flokkurin hevur allarmest brúk fyri øllum góðum kreftum.
Hann endugav eisini ein handilsmann á Tvøroyri, sum plagdi at siga, ?ert tú nøgdur, sig tað so við onnur, ert tú ónøgdur, sig tað so við meg?.