Ávarar ímóti at hækka avgjaldið

Tað kann koma okkum aftur um brekkur at hækka avgjaldið á ferðaseðlum

– Vit skulu ansa sera væl eftir, áðrenn vit fara at hækka ferðaavgjaldið.

 

Tað heldur Óluva Klettskarð, sum er talskvinna fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um ferðavinnuna í morgun.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, vísir á, at tann veksandi ferðavinnan í Føroyum merkir ikki bara fleiri inntøkur. Tað merkir eisini størri útreiðslur til tilbúgving, náttúruvernd, og annað.

 

Og hann heldur, at tað er neyðugt at finna útvegir fyri, hvussu vit fáa fleiri inntøkur, og í hesum sambandi vísir hann á møguleikan at hækka ferðaavgjaldið, sum er 65 krónur av hvørjum ferðaseðili.

 

Hann vísir á, at nú prísurin á ferðaseðlum er lækkaður so mikið nógv, at tað kann tala fyri, at pláss er fyri at hækka ferðaavgjaldið.

 

Hann vísir eisini á at ferðafólk, sum koma higar ið útlendskum ferðafólkaskipum, leggja ov lítið eftir seg, og hann umrøður eisini møguleikan til at leggja avgjøld á tey.

 

Men Óluva Klettskarð heldur, at vit skulu vera ómetaliga varin, áðrenn vit hækka ferðaavgjaldið.  

 

Hon vísir á, at vit hava stríðst í nógv ár fyri at fáa prísin á ferðaseðlum at lækka. Samstundis vita vit, at Atlantsflog er lívlinjan hjá nógvum føroyingum.

Hon heldur eisini, at tað kann koma okkum aftur um brekkur, tí talið á ferðafólki og menningin í ferðavinnuni ganga hond í hond og eitt hækkandi avgjald kann elva til, at talið á ferðafólki fer at minka.

Hinvegin heldur hon, at talan kann heldur verða um at leggja avgjald á ferðafólkið, sum kemur higar ið útlendskum ferðafólkaskipum, tí tí tey leggja ikki nógv eftir seg.