Á hvørjum ári økist okkara útlát av vakstrarhúsgassum, og grøna umleggingin frá olju til el skal tí ganga skjótt. Men hon má eisini vera skynsom og taka náttúrufyrilit, tí annars kann hon valla verða kallað grøn.
Varandi orka, t.d. vind-, sól- og vatnorka, er nevniliga ikki neyðturviliga grøn, um útbyggingin ikki tekur hædd fyri náttúrufjølbroytni og náttúruvernd. Hetta mugu vit viðurkenna, tí annars kann útbyggingin hava við sær, at viðbreknar vistskipanir verða oyðilagdar, og at hótt plantu- og fuglasløg fáa ein ótolandi smeit og í ringasta føri doyggja út.
Gaman í fara flestu orkuútbyggingar at hava eina ávísa ávirkan á náttúruna og umhvørvið, men avleiðingarnar mugu verða sum minst, og summi støð og sløg av fuglum og plantum eiga at verða fult og heilt vard fyri útbyggingum. Tórshavnar kommuna hevur ein sess í nevndini hjá SEV, og her eigur kommunan at virka fyri, at náttúrufyrilit er eitt heilt grundleggjandi og týdningarmikið fyrilit í komandi orkuútbyggingum.
Soleiðis syrgja vit fyri, at umleggingin frá olju til el veruliga er grøn, tí vit bæði minka um útlátið og varðveita náttúrufjølbroytni í Føroyum.
Fara vit rætt fram komandi árini, kunnu vit vera við til at basa veðurlags- og lívmargfeldiskreppuni í sama viðfangi. Hesum fari eg at arbeiða fyri í býráðnum og enn betur gjøgnum nevndarsess í SEV vegna Tórshavnar kommunu.
Elsa Berg,
Valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu










