Varamannating

Tíðargrein:

Nú landsstýrið er komið upp á ein fjórðing av løgtinginum, sum merkir at fjórði hvør tingmaður er noyddur til at siga tingsessin frá sær, er hóskani at spyrja, hvat mandat restin av tinginum hevur, tí í veruleikanum hava vit eitt varamannating og ikki eitt løgting.

Nú landið er vorðið eitt valdømi ber til at rokna mandatstyrkjuna hjá hvørjum einstøkum flokki. Mandaststyrkin er lutfallið millum tær persónligu atkvøðurnar hjá tingmanningini og samlaðu atkvøðurnar hjá flokkinum.

Taka vit Fólkaflokkin sum dømi, so hava 7 teir fyrst valdu fylgjandi atkvøður:

Jacob Vestergaard

870

Jørgen Niclasen

617

Anfinn Kallsberg

550

Annika Olsen

520

Jákup Mikkelsen

437

Jógvan á Lakjuni

417

Poul Michelsen

341

Tilsamans

3752

 

Fólkaflokkurin fekk 6240 atkvøður seinast, hetta merkir at tingmanningin hevur 60% av atkvøðunum.

Fyri flokkarnar sum heild er støðan:

 

Tingmanning

Atkvøður

Mandat

Fólkaflokkurin

3752

6240

60%

Sambandsflokkurin

3755

6529

58%

Javnaðarflokkurin

3219

6018

53%

Sjálvstýrisflokkurin

864

2244

39%

Miðflokkurin

1885

2610

72%

Tjóðveldi

4445

7520

59%

 

Yvirlitið vísir, at tann tingmanningin, sum hevur sterkasta mandatið, er Miðflokkurin, har 72% av veljarunum peika á teir 3 tingmennirnar hjá flokkinum. Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hava eitt mandat sam svara til 60%, meðan Janvaðflokkurin er rættiliga spjaddur, og tingmanningin hevur bara eitt mandat upp á 53%. Sjálvstýrisflokkurin er enn meira spjaddur og er heilt niðri á 39%, her er talan um ein flokk, har veljararnir eru ógvuliga persónsorienteraðir, tingmennirnir hava neyvan meira til felags enn at báðir eita Kári.

Vallógin er ógvuliga persónsorienterað, og meiningin er sjálvandi, at teir sum sita á tingi skulu hava eitt so sterkt veljaramandat sum gjørligt. Tað skulu ikki vera floksleiðslurnar, sum avgera hvør kemur á ting, men harafturímóti veljarin, sum á valdegnum nominerar manningina hjá flokkinum. Endamálið við eini slíkari lóg er væl at teir tingmenn, sum veljarin hevur útpeikað, skulu manna tingið, men so løgið tað ljóðar gongurt stýrisskipanarlógin ikki inn fyri hesum.

Stýrisskipanarlógin áleggur einum tingmanni, sum tekur ein landsstýrissess, at siga tingsessin frá sær meðan hann er í landsstýrinum. Ein slík fyrskipan er ikki serliga væl í tráð við, at ein tingmaður er valdur í 4 ár og er bara bundin av síni sannføring.

Tað vil siga at tá landsstýrið er skipað er mandatið minkað avgerandi. Fyri nýverandi samgongu sær tað sloeiðis út:

 

Atkvøður íalt

Atkvøður eftir skipan av samgongu

Mandat eftir skipan

Mandat fyri skipan

A - Fólkaflokkurin

6240

2691

43%

60%

B - Sambandsflokkurin

6529

3245

50%

58%

C - Javnaðarflokkurin

6018

1938

32%

53%

 

Talvan vísir at mandatið hjá javnaðaflokkinum er minkað niður í 32%, tí hann hevur sett toppskorarar í landsstýrið. Fólkaflokkurin er farin niður í 43% og sambandið niður í 50%. Teir sum nú manna tingið fyri samgongunam, hava sostatt ikki 50% av veljarunum hjá flokkunum aftanfyri seg. Hví skulu vit persónliga kjósa tingmenn, sum blíva blakaðir úr tinginum, beint sum landsstýrið er skipað?

Vit hava eina stýrisskipanarlóg, sum fer beint ímóti intentiónunum í vallógini, tí hon áleggur tingmonnum at siga tingsessin frá sær, tá teir fara í landstýrið. Einslík áseting ger at t.d. teir sum hava avtala eina samgongu, risikera at koma í minniluta, tí at varamennirnir ikki eru samdir við landsstýrinum. Hetta gjørdi seg galdandi fyri CHE samgonguna. Eitt annað dømi knn vera at ein varamaður skiftir flokk, tá missir flokkurin møguleikan fyuri at seta ein tingmann í landsstýrið.

Umframt at ein fjórðingur av tinginum situr í landsstýrinum, so eru reglurnar fyri farloyvi ótrúliga liberalar, og tað viðførir at kanska bara ein helvt av tingmanningini er tann, sum veljarin hevur víst á.

Farloyvi hjá tingmonnum er eitt løgið fyribrygdi, tí tingmenn eru javnsettir. Lat okkum hugsa eitt dømi: Tríggir mans (A, B og C) standa og práta, men hoyra annars ikki saman, men alt í einum biðjur C um farloyvi. A er fyri og B er ímóti, tað vil siga at C kann ikki fáa farloyvi, men tá A, B og C onki hava við hvønn annan at gera, so kann C bara fara. Tað sama er galdandi í løgtinginum, eitt parlament er eitt prátingarstað, har tingmenn eru óheftir av hvørjum øðrum. 32 tingmenn kunni ikki áleggja tí 33 tingmanninum at atkvøða fyri einum uppskotið. Teri kunnu heldur ikki játta einum tingmanni at farloyvi úr tinginum, tá viðkomandi ikki er settur undir teimum. Um teir kunnu játta einum tingmanni farloyvi, má fylgjan vera at teir eisini kunnu nokta einum tingmanni farloyvi og tað er tvætl. Tað einast tingið kann gera er at atkvøða um varamaðurin kann møta ella ikki. Tingmenn hava ikki møtiskyldu.

Farloyvi er galdandi fyri persónar, sum eru undirordnaðir einum øðrum, serliga er tað kent frá herinum, har ein soldatur kann fáa orlov. Ein tingmaður er ikki tvungin at møta á tingið, men tað at hann ikki møtir, kann ikki viðføra at tann næsti á listanum møtir.

Sjálvandi kunnu vit ikki krevja nakran serliga logik tá talan er um lógarsmíð, men eitt brot úr lógini um samsýningar til tingmenn ber av: Løgtingsmaður, sum fær farloyvi úr tinginum vegna sjúku, ella tí hann hevur fingið farloyvi at fara uttanlands í løgtings- ella fólkatingsørindum, varðveitir rættin til samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur. Nú er løgtingið alt í einum blivið arbeiðsgevari hjá tingmonnum og kann geva teimum farloyvi. Ein tingmaður, sum er sjúkur, hevur forfall, men forfall og farloyvi er hvørt sítt. Tá ein hevur forfall, so er viðkomandi í eini støðu, sum hann ikki ræður yvir, tí er tað sjálvandi ein møguleiki at tingið viðger spurningin um treytinar fyri at eykamaðurin kann taka sætið kann takast upp.

Løgtingið kann ikki vera arbeiðsgevari hjá tingmonnum, tí so kann tingið áleggja tingmonnunum hvussu teir skulu atkvøða, men tað er okkurt sum bendir á tann vegin. Á blogginum í Dimmalætting sá eg at Kári á Rógvu var forargaður um at Anita á Fríðriksmørk fekk betur treytir enn John Johannesen í barnsburðarfarloyvi. Ein tinmaður kann ikki koma undir lógina um barnburðarfarloyvi, tí hann hevur ongan arbeiðsgevara.

Ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um at tingmenn, skulu fara í farloyvi, tá teir fara í landsstýrið er heilt burturvið og eigur at vera broytt straks. Tað sama eigur at vera galdandi fyri treytirnar at at fáa varamann á ting. Tá vallógin so kraftiga leggur upp til veljaran at útpeika tingið, so má tað vera tað tingið sum veljarin hevur peika á, sum situr í tinginum og ikki okkurt heilt annað.

Vatntætt skott millum landsstýri og løgting er ein illusión. Landsstýrismennirnir eru politikarar og skulu hava framt tann politikkin, sum teir standa fyri, eisini eftir at teir hava skrivað samgonguskjalið.