Vanligt er í demokratiskum londum, at fjølmiðlarnir eru vakthundurin, fjórða statsmaktin, sum skal ansa eftir, at teir fólkavaldu ikki hóreiggja sær sum teimum lystir. Soleiðis er ikki á Fregnum, har loypir alt líkasum saman í eitt, fjølmiðilin, sum skal ansa eftir tí lóggevandi og útinnandi valdinum og teir fólkavaldu sjálvir, sum eru ein síða av somu søk, skulu vit trúgva oddagreinini. Í seinastu útgávuni av blaðnum skrivar varaløgmaður Høgni Hoydal sjálva oddagreinina, og so kunnu vit vera vís í at hon ikki er kritisk móti hansara egna politikki ella flokksfeløgum.
Oddagreinin hevur at Sosialinum, tí vit halda tað hevur týdning at fortelja lesarunum, at kendi danin Mogens Glistrup vitjar í Føroyum. Vit verða lagdir undir at birta upp undir fremmandaótta við at skriva um Mogens Glistrup. Út frá hesum kann eg ikki lesa tað ørvísi, enn at varaløgmaður heldur at føroyingurin er viðkvæmur og tað er ikki alt, sum hann hevur gott av at hoyra. Politikkarar og journalistar kunnu so í samráð avgera hvat er gott og hvat er ringt fyri lesaran.
Sosialurin og undirritaði verða lagdir undir ókritiskt mikrofonhaldarí, tí vit nevna óttan hjá Glistrup fyri framtíðini. Gott nokk standa spurningarnir ikki í greinini, men Glistrup svarar upp á spurningarnar vit settu, og hann fegnast um politikkin hjá sitandi stjórn í Danmark, sum tekur undir við politikkinum, Glistrup stóð á odda fyri.
Eigur føroyingurin ikki at fáa at vita hesi sjónarmið, ella skuldi Sosialurin latið vera við at skrivað hesi, tí okkara lesarar kanska ikki tola slíkt. Skulu vit bert velja at tosa við fólk, sum ongan skaða gera, og skulu vit ikki verja rættin hjá øllum at sleppa fram at í einum demokratiskum samfelag.
Mín fatan er, at varaløgmaður so hjartaliga fegin eisini kundi hugsað sær at stýrt hinum fjølmiðlunum í Føroyum og ikki bara Fregnum.
Og hetta er ikki ein pástandur, sum er tikin út úr leysari luft. Høgni Hoydal hevur ferð eftir ferð roynt at lagt seg út í mítt arbeiði sum tíðindaleiðari á Sosialinum. Tað er meira enn einaferð hent, at hann hevur roynt at yvirtala meg til at taka forsíður aftur, tí Tórbjørn Jacobsen nú einaferð hevur havt eitt tamarhaldsleyst og óberokniligt anfall, og flokkurin er komin illa fyri. Hann hevur hótt við at steðga útgávunu, hvussu hann annars hevur hugsað sær at gjørt tað. Sum fólkavaldur heldur Høgni Hoydal seg hava rætt til at forpurra okkara skrivifrælsi undir ábyrgd.
Og feskasta dømi um hvussu Høgni Hoydal roynir at stýra fjølmiðlunum er seinasta vikan. Avloysarin hjá honum á fólkatingi, Tórbjørn Jacobsen, leggur løgmann og fiskimálaráðharran undir ikki at kenna munin á sínum egna og annara. Í fleiri dagar grevur hann seg niður og harvið heldur hann føroyingin sum gísla, samstundis leggur hann fót fyri arbeiði hjá journalistunum á øllum fjølmiðlum í Føroyum at útgreina hesa, um hon er sonn, horriblu skuldseting. Høgni Hoydal gevur øllum Føroya fólki ta fatan, at hann hevur okkurt at fjala, við at goyma seg fyri fjølmiðlunum í hesum máli og við at tiga stýrir hann eisini journalistiska dekninginum av hesum týdningarmikla máli. Við at tiga vónar hann, at vit gloyma og at upptakið eftir Tórbjørn gerst eitt sindur lættari hesuferð.
Duga løgmaður Anfinn Kallsberg og fiskimálaráðharrin Jørgin Niclasen ikki at síggja mun á sínum egna og annra? Tórbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal hava enn ikki hjálpt okkum til at svara spurningin, hóast Høgni í skrivandi stund tykist at vera royktur út úr holuni.
Kemur Jorg Heider. Le Pen og Pia Kjærsgaard á vitjan, so sleppur lesarin eisini at lesa um tey og um hvat tey hava upp á hjarta í Sosialinum, uttanmun til hvat varaløgmaður sigur í oddagrei í sínum miðli Fregnum.
Ongin politikkari, hvør enn hann er í Føroyum, skal gera sær vónir um at stýra tíðindaflutninginum á Sosialinum.
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard
tíðindaleiðari á Sosialinum