Vit yvirtóku kongsjørðina í 1956, og nú ætlar hendan samgongan at privatisera hana. Eitt er, at tað er ábyrgdarleyst, at forera jørð føroya fólks til nakrar fáar, men hvat sigur Tjóðveldisflokkurin - ber tað yvirhøvur til?
Kongsjørðin má prinsipielt verða tað sama sum eitthvørt annað yvirtikið málsøki. Tjóðveldismenn siga, at danir hava ikki viðurkent rætt føroyinga til oljuna, hóast teir sjálvir hava samtykt kolvetnisskattalóggávu, havt eitt loyvisumfar og enntá eisini samtykt eina kolvetnisskattumsitingarlóg.
Støða Høgna Hoydals er ikki sprottin úr einum citati hjá Frank Jensen, ið annars ikki segði eitt orð um olju. Støðan hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi hesum máli er partur av gomlu Tjóðveldisdoktrinini pussað av við onkrari studentaravhandling. Spyr Tjóðveldismenn, um vit eiga fiskin á grunnunum og jørðina vit ganga á. Teir vilja altíð svara nei, soleingi loysingin ikki er framd. Nú verður tað bert kallað, at soleingi vit ikki eru viðurkendir sum tjóð, so hava vit eingi rættindi. Man má undrast yvir, hví hesir menn yvirhøvur ómaka sær við nakrari lóggvávu undir heimstýrinum, tá tað sambært teimum sjálvum einki virði hevur.
Hettar avdúkar meira enn nakað annað stóra bluffnummarið í samband við fullveldisætlanina. Nýggja relativt óroynda leiðslan í Tjóðveldisflokkinum koyrir í sama spori, óansæð hvat umverðin og serfrøðin annars heldur, tí sannleikin liggur klárur frammanundan. Tað sigur ikki so lítið, at hóast so mætir menn, sum Árni Olafsson, Halgir Winther Poulsen og aðrir framstandandi løgfrøðingar eru á einum máli um, at einki er at ivast í viðvíkjandi oljuni, so er hetta sum at sletta vatn á gás. Tjóðveldismenn eru settir so dyggiliga uppá pláss í hesum málinum fyrr, men blása allíkavæl lív aftur í hettar málið við undirbrotligu áskoðan síni um, at vit eingi rættindi hava, soleingi "danir ikki viðurkenna okkum sum tjóð".
Tá vit gera vart við ábyrgdarleysu støðu varaløgmans í hesum máli, so er tað rættliliga prinsipielt og hevur einki við nakra heksajakt at gera, sum onkur hevur skuldsett okkum fyri. At fortelja fyri fólki, at allur ivi skal ruddast burtur, er at sáa iva. Vónandi ger løgmaður nú tað, ið gerast skal í hesum máli, nú danska pressan hevur tikið tað upp. Ger løgmaður einki, so fara Tjóðveldismenn at gera óbótaligan skaða við at reisa hettar langt síðani avgreidda mál niðri á Fólkatingi fyri at skapa rumbul - tað er sera lætt at framprovokera býtt úttalilsi frá Dansk Folkeparti, ið man so kann fylla meira og minni politiskt heft bløð við fyri at øsa fólk og sáa iva.