Varaforsetin slóðar vegin fyri Hillary

Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, kunngjørdi fyri løtu síðani, at hann ikki stillar upp til forsetavalið.

Fyri hvønn dag sum gongur, tykist tað at gerast alsamt greiðari, at tað verður fyrrverandi forsetafrúgvin Hillary Clinton, ið Demokratiski flokkurin fer at stilla upp sum forsetavalevni.


Seinasta vikurnar hava meiningarkanningar víst, at Hillary Clinton er greitt á odda millum demokratiskar veljarar, og hevur hon veruliga lagt frástøðu millum seg og restina aftaná tær fyrstu kjaksendingarnar.


Í kvøld gjørdist so greitt, at seinasta veruliga forðingin hjá henni, møguleikin at Joe Biden, varaforsetin, fór at stilla upp, ikki bleiv til nakað. Harvið tykist at vera greitt, at Hillary Clinton verður næsta forsetavalevni hjá Demokratunum.


Tað var á einum tíðindafundi uttanfyri Hvítu húsini fyrr í kvøld, at Biden kunngjørdi, at hann ikki ynskir at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Hann vísti millum annað á, at sorgin eftir at elsti sonur hansara, Beau Biden, doyði í eini ferðsluvanlukku fyrr í ár, hevur fylt nógv í lívinum.


- Eg havi altíð sagt tað, ið eg havi sagt ferð eftir ferð við onnur. Tað kann væl vera, at tá vit eru komin gjøgnum sorgartíðina, er møguleikin fyri eini realistiskari roynd at gerast forseti farin. At tað kann vera ov seint. Mín niðurstøða er, at tað er ov seint, segði Biden á tíðindafundinum uttanfyri Hvítu húsini.