Ávara um vatnflóð í Bretlandi

Tað hevur regnað illa har norðuri og har eysturi í Onglandi, og myndugleikarnir siga, at heldur regnið fram, fara fleiri áir upp um áarbakkarnar um vikuskiftið, og tí eru meiri enn 100 ávaringar um vatnflóð sendar út. Tað sigur Sky-sjónvarpið.

Sum skilst eru onglendingar ikki vanir við so nógv regn í juli.

Sjónvarpið veit eisini at siga, at fleiri ítróttartiltøk eru avlýst orsakað

av tí nógva avfallinum, og regnið hevur eisini órógvað ta stóru Wimbledon-tenniskappingina í London.