Arbeiðseftirlitið ávarar nú staðiliga ímóti einum ávísum slagi av gassfløskum, sum eru seldar í Føroyum.
Hetta eru tær gassfløskurnar, vit ávaraðu um í gjár.
Les eisini: Vandamiklu gassfløskurnar finnast eisini í Føroyum
Talan er um gassfløskur av merkinum, '‘Compolite CS' gassfløskum, bæði 5 kilo fløskur og 10 kilo fløskur
– Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal gera vart við, at vandi er fyri, at omanfyri nevndu gassfløskur kunnu bresta, verður tað ov heitt rundan um fløskuna.
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið heitir tískil staðiliga á tey, sum hava nevndu fløskur, um at venda sær til sølustaðið haðani fløskan er keypt og at fáa eina aðra fløsku ístaðin
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið áleggur samstundis øllum handlum, sum hava selt slíkar fløskur, at støðga søluni og kalla selda vøru aftur.










