Ávara um lívshættisligt virus

Granskarar ávara nú um, at heimurin kann fáa eina álvarsama umfarssjúku við einum virusi, ið líkist sars-virusinum. Teir duga tó ikki at siga, nær tað verður

-Helmingurin av teimum, sum higartil eru vorðin sjúk av tí nýggja sars-virusinum, eru deyð av tí, sigur Rune Hartmann, granskari á lærda háskúlanum í Aarhus. Hann hevur verið uppi í einum granskaratoymi, sum hevur kannað tað nýggja virusið.
Tað nýggja virusið er eitt sonevnt coronavirus, sum líkist einum krímvirusi. Afturat teimum sjúkueyðkennum, ið standast av slíkum, kann tað nýggja virusið eisini elva til, at nýruni svíkja umframt ringan lungnabruna.
Higartil eru fimm fólk deyð eftir av hava fingið smittuna, og felags fyri tey var, at tey vóru úr Miðeystri ella høvdu verið har og ferðast.

Smittar illa
Rune Hartmann sigur við danska kringvarpið, at kanningar á rannsóknarstovum benda á, at tað nýggja virusið smittar líka illa sum vanligt krím, og at tað tíverri ikki er nakað, sum bendir á, at okkara verjuskipan kann verja okkum ímóti smittuni.
Tað jaliga við tíðindunum er, at granskaratoymið hevur megnað at gera eina roynd, sum kann staðfesta, um eitt fólk hevur fingið tað nýggja virusið. Tað ger, at viðgerðin kann setast í verk beinanvegin.