Skelkurin breiðir seg í stórum parti av heiminum, so hvørt fleiri verða smittað við sjúkuni SARS. Seinastu tølini siga, at 2671 fólk eru smittað við influensa-líku sjúkuni. Millum trý og fýra av hvørjum hundrað smittaðum doyggja.
Landslæknin í Føroyum ávarar nú føroyingar ímóti at fara óneyðugar ferðir til økini, serliga Hong Kong og Kina, har sjúkan leikar á. Eins og heilsustovnurin WHO ger. Og í gjár vóru plakatir hongdar upp við flogvøllin í Føroyum, har kunnað var um, hvussu fólk, ið fara til ella koma frá smitturaktu økjunum, skulu bera seg at.
Men hvussu álvarslig er sjúkan, spurdu vit Høgna Debes Joensen, landslækna. Er tað til dømis rímiligt at samanbera sjúkuna við sponsku sjúku, sum drap millum 40 og 50 milliónir fólk í árunum 1918-1919?
? Tað er ilt at siga. Enn er so stutt fráliðið, at vit ikki rættiliga kunnu siga, hvussu álvarslig sjúkan er. Tað er sjálvandi álvarsligt, tá 3,5 prosent av teimum smittaðu doyggja, og tí er tað rímiligt at gera tiltøk, sum skulu forða sjúkuni í at breiða seg. Men tað er heldur ikki rætt at yvirreagera. Og tí er heldur ikki neyðugt at kanna ella avbyrgja øll, sum hava verið í økjunum, sigur Høgni Debes Joensen.
Ongin føroyingur
Landslæknin hevur sent tilfar út til allar kommunulæknar, sjúkrahús og nú eisini flogvøllin, har sagt verður, hvussu sjúkan vísir seg, og hvussu hon skal fráboðast.
Enn hevur ongin føroyingur fingið staðfest smittuna, men vit vita, at føroyingar ferðast víða, og til dømis nógvir sjómenn ferðast til Hong Kong, har sjúkan ger einamest um seg. Vit vita eisini um fólk, sum hava búð í Hong Kong og nú skunda sær heimaftur, tí tey eru bangin. Tey vera ikki kannað uttan víðari, sigur landslæknin.
? Tað er ikki neyðugt við avmarkingum fyri fólk, sum eru frísk og koma úr hesum økjum. Men vit gera vart við, at um tey innan 10 dagar fáa fepur og fáa trupulleikar við andaleiðini, so skulu tey beinanvegin seta seg í samband við lækna. So um tú spyrt, um øll vera kannað við heimkomu, so er svarið nei, sigur Høgni Debes Joensen.
Tað er støðan í dag, ger hann vart við. Í morgin er støðan kanska ein onnur, tí alt broytist so skjótt. Sum nú er verður serliga ávarað ímóti at ferðast til Kina, Hongkong, Taiwan, Hanoi, Vietnam og Singapore.
Gátan um SARS
Meðan heimurin ger alt fyri at avbyrgja sjúkuna, royna serfrøðingar av øllum alvi at loysa gátuna um SARS, sum stendur fyri Severe Acute Respiratory Syndrome.
Fyribils benda kanningar á, at smittan ikki breiðir seg gjøgnum luftina. Líkt er til, at tú skalt nerta við ein smittaðan ella vera tætt saman við viðkomandi fyri at vera smittaður. Tí eru tað mest starvsfólk á sjúkrahúsum og avvarðandi, sum verða smittað.
Sostatt smittar sjúkan ikki sum barnasjúkurrnar meslingar og fárasjúka, sum kunnu ferðast fleiri metrar gjøgnum luftina. Hinvegin kann virussið yvirlivað í fimm tímar. Og tí kanst tú eisini verða smittaður, um tú nertir við eitt stað, har ein sjúklingur t.d. hevur njóst.
Sjúkan varð fyrstu ferð staðfest í november í landspartinum Guandong í Kina. Nógv halda, at sjúkan stavar frá djórum.
*******
SARS
Severe Acute Respiratory Syndrome (SARS) er ein sjúka, ið líkist influensa. Í fyrstu syftu er hon ring at kenna frá øðrum vanligum sjúkum í andaleiðini.
Sjúkan byrjar við fepuri yvir 38 stig, ofta saman við kuldaskjálvta og stívleika í musklunum. Kanska hevur tú eisini høvuðpínu, ert illa til passar og hevur pínu í musklum. Eftir trimum til sjey døgum fáa sjúklingarnir turran hosta, andaneyð ella trupulleikar at draga andan. 10 til 20% av sjúklingunum hava so stórar trupulleikar, at teir fáa brúk fyri respiratori.
Bara nøkur fá, millum 3 og 4%, doyggja av sjúkuni.
Kelda: Statens Serum Institut, www.ssi.dk
*******