Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú brúkarar ímóti at keypa eina ávísa vistfrøðiliga kokosolju. Talan er um um kokosolju í 425 ml av merkinum Urtekram, ið heldur sær til 28 september 2014 og 3. november 2014.
Kokosoljan eigur at verða burturbeind, av tí hon hevur avvíkjandi lukt og smakk. Hildið verður, at oljan allarhelst er tránað.
Tað er eingin heilsuvandi við at hava etið kokosoljuna. At oljan er tránað ger, at hon ikki verður mett sum egnað til mannaføði.
Vøran er seld í handlum í Føroyum, men handlarnir hava boðað frá, at vøran er tikin av hillunum. Nakrar fløskur eru tó seldar.
Heilsufrøðiliga Stravsstovan mælir brúkarum til at beina vøruna burtur, ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.