Ávaraði um deyðsalgur

- Ein algublóming í einum øki við nógvum alifiski kann fáa rættiliga stórar avleiðingar, segði ein serráðgevi hjá Sintef í september í fjør.

 

- At hetta ikki er hent seinastu 25 árini, má næstan sigast at vera løgið, sigur Ulf Winther, ið starvast hjá Sintef sum serráðgevi.

Sintef er norskur granskingarstovnur við høvuðsstøð í Tróndheimi, sum ger kanningar og tænastur innan eitt nú tøkni, náttúruvísund, heilivág og samfelagsviðurskifti.

Sambært heimasíðuni www.E24.no ávaraði Ulf Winther um vandan fyri eitrandi algum fyri átta mánaðum síðan, og nú hevur eitt slíkt fyribrygdi beint fyri meira enn 10.000 tonsum av norskum alilaksi av júst hesi orsøk.

- Ein blóming av eitrandi algum, sum fevna um eitt stórt øki, kann eisini raka Noreg. At hetta ikki er hent í 25 ár, mugu vit næstan siga er løgið. Ein algublóming í einum øki við nógvum alifiski kann fáa rættiliga stórar avleiðingar.

Soleiðis skrivaði serráðgevin hjá Sintef, Ulf Winther, í einum bloggi undir yvirskriftini "Algene som forsvant" í september mánaði í fjør.

Nú einar átta mánaðir seinni eru fleiri alibrúk í Nordland og Troms rakt av "deyðsalguni" (chrysochromulina ledbeateri). E24 skrivar, at fyri 30 árum síðan gjørdi ein eitrandi alga stóran skaða við norsku strendurnar, og nú herjar algan aftur í alibrúkunum og ger enn størri skaða.

Í sínum bloggi í september í fjør spyr serráðgevin, Ulf Winther, um nøkur vakmyndaskipan er, sum kann hjálpa til at staðfesta eina møguliga algublóming. Men, hesum spurningi svarar hann sjálvur nakað soleiðis:

- Í fyrsta lagi hava vit ikki ein virkandi vakmyndaskipan fyri algur, sum í góðari tíð kann geva alivinnuni fráboðan um møguliga algublóming. Roynt varð at uppbyggja eina slíka skipan tíðiga í nítiárunum, men tíverri var tíðin ikki búgvin til hetta tá.

Avleiðingin er, sigur Ulf Winther, at ein slíkur trupulleiki við algum verður ikki staðfestur, fyrr enn hann er har, og fiskur doyr í alibrúkunum. - Spurningurin er tí, um tað nú ikki er upp á tíðina at byggja eina slíka skipan, sigur serráðgevin hjá Sintef.

Heimasíðan iLaks hevur eisini verið í samband við Ulf Winther, sum hevur sent teimum eina skrivliga viðmerking.

- Nú hava vit eina støðu, har nógvur fiskur doyr í einari røð av alibrúkum norðan fyri - við stórum avleiðingum fyri alifeløg og einstaklingar. Vit hava ikki sæð endan av hesum enn. Algurnar kunnu framvegis røkka nýggjum økjum, har alivinna er, sigur serráðgevin.

Ulf Winther vísir á, at nú má bíðast við, hvussu trupulleikin kundi verið loystur, til støðan, sum nú er galdandi, verður greiðari. Hann heldur, at tað, sum eigur at verða gjørt í kjalarvørrinum av hesi vanlukku, er ein áhugaverdur spurningur.