Tað var á einum fundi í síðstu viku, at tað serliga trygdarráðið hjá ísraelsku stjórnini umrøddi eina ætlan um at beina fyri Ahmed Yassin. Á fundinum vóru millum annað Ariel Sharon, forsætisráðharri, og ovastin í trygdartænastuni, Avi Dichter.
Ísraelska blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at Avi Dichter mælti Sharon og hinum limunum í trygdarráðnum frá at lata herin beina fyri Hamas-leiðaranum. Ovastin í trygdartænastuni segði seg stúra fyri, at ein slík avrætting fór at elva til so nógvan ófrið, at tað var betur ógjørt. Hann væntaði eisini, at avrættingin fór at styrkja Hamas.
Men trygdarráðið valdi kortini at geva herinum boð um at beina fyri Hamas-leiðaranum.
Fleiri útlendskir eygleiðarar vænta, at Avi Dichter fær rætt. Yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp, sum arbeiðir á St. Andrewa University, segði í gjár, at morðið á Ahmed Yassin kann savna allar palestinar í bardaganum ímóti Ísrael. Tað sama sigur Azzam al-Tamimi á arabiska stovninum í London. Hann væntar, at Hamas fer at fáa nógvar nýggjar limir nú.