Myndugleikarnir í Fraklandi ávara nú um eina hitabylgju, sum fer at hava við sær, at hitin kann fara upp um 40 stig í útsynningspartinum av landinum og upp um 30 stig aðrastaðni. Ávaringin kemur sambært einari skipan, sum varð sett í gildi aftan á eina hitabylgju í 2003, sum kostaði umleið 15.000 fransmonnum lívið.
Heilsumálaráðharrin, Marisol Touraine, sigur, at eldri fólk eiga at ansa sær, og at foreldur eiga at hugsa um tey smáu børnini í tí nógva hitanum. Tá tað er so heitt um dagin, er tað eisini rættiliga heitt um náttina, og tí kann tað vera trupult hjá nógvum at fáa nóg mikið av svøvni, sigur ráðharrin.
Fyrrapartin vóru 34 stig í Bordeaux, meðan veðurstovan sigur, at hitin har kemur upp á 39 stig seinnapartin. Í París standa hitamátararnir oman fyri 30 stig.
Um vikuskiftið fær Danmark hita úr útsynningspartinum av Evropa, og danska veðurstovan sigur frá knappliga 30 stigum í morgin og heldur minni hita sunnudagin.