Ávara fólk ímóti hesum báðum ostunum

Teir eru ikki mannaføði, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum sløgum av osti, sum eru at fáa í Føroyum.

Talan er um ostarnar, »Président Le Formidable Mild«  og »Président Le Formidable Matured«. Talan er um teir ostarnar sum viga 325 gramm.

Og orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri, at teir eru blámuskotnir og sostatt eru teir ikki mannaføði.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum liggja inni við hesum ostunum, um at koyra teir í skrell, ella at lata handlinum, haðani teir eru keyptir, teir aftur.