Varðvetið túratalið hjá Teistanum

Til
Jóhan Dahl
landsstýrismann í vinnumálum

Øll kommunustýrini í Sandoyar Sýslu fara innarliga at heita á teg, um ikki at minka túratalið hjá Teistanum um Skopunarfjørð, tí tað verður til óbótaligan skaða fyri sýsluna.
Hetta er tað sama sum at grava ein landsveg av.
Teistin er okkara forlongdi armur til miðstaðarøkið. Umstøðurnar eru ringar sum er og kann hetta, við at skerja teir síðstu túrarnar og túrar sum heild, verða banahøggið til Sandoynna.

Vinarliga

Borgarstjórarnir í Sandoyar Sýslu
Gerhard Lognberg, Skopun
Jákup Martin Sørensen, Húsavík
Linjohn Christiansen, Skálavík
Brandur Sandoy, Sandur
Harry Jensen, Skúvoy