Varðveita 10. flokk í Kommunuskúlanum

Sankta Frans næmingar: Á hvørjum ári koma tað, aftan á summarfrítíðina, tveir flokkar úr Sankta Frans skúlanum í 8. flokk í Kommunuskúlanum, tí sjeynda, og harvið síðsta árið í Sankta Frans er liðugt

Teir flokkarnir, sum í ár fluttu úr 7. flokki í Sankta Frans til 8. flokk í Kommunuskúlanum, og teir, sum fluttu fyri einum ári síðani og nú ganga í 9. flokki, føla at tað er ov nógv kravt av teimum psykiskt.
Tey, ið ætla sær at ganga sítt triðja ár í Kommunuskúlanum - tað vil siga sítt tíggjunda ár – verða biðin um aftur at flyta til eitt heilt nýtt umhvørvi – nemliga til Eysturskúlan. Tað er ikki lætt at flyta frá einum staði í eitt annað, eitt stað man er á 200 dagar um árið. Man má koma at læra og venja seg við lukt, arbeiðshátt, næmingar, lærarar o.s.fr. á hvørjum staði. Henda flytingin kann næstan samanlíknast við, tá ið eitt barn skal flyta familju tríggjar ferðir uppá tíggju ár.
Eg vóni innarliga, at tað ikki verður hugsað: »Gott er, tað gongur bara út yvir nakrar fáar flokkar.« Men eitt, sum kanska ikki verður hugsað um er, at flokkarnir hava næmingar. 20 til 25 næmingar eru í hvørjum flokki, so umleið 200 ungar sálir kunnu finna seg í at føla seg týdningarleys í hesari kommunu, tí tað tykist, sum teirra meiningar ikki verða virdar í býráðnum.

Laila í Dali
9. d í Kommunuskúlanum
(fyrrverandi næmingur í Sankta Frans Skúla)