Vár tók níggju ára gamalt føroyskt met

Um vikuskiftið hava svimjarar úr øllum landinum verið til svimjikapping í Klaksvík, nevnd Ægir-stevnan.

 

Ein stórhending á Ægirstevnuni var, at 15 ára gamla Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt met og juniormet í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil. Hon svam teir 1500 metrarnar upp á 17:12.63.

 

Gamla metið átti Mona Simonsen 17:23.25 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2008. Vár átti sjálv juniormetið, sum var upp á 17:26.75.

 

Tað metið setti hon, tá hon vann gull á FM á stuttgeil í 2016.