Var tilboðið til Vágs Býráð ov leyst??

Johan Dahl og Hendrik Old, løgtingsmenn

Undirritaðu tingmenn sum vóru við á fundinum í Vági vilja hervið koma við nøkrum viðmerkingum til tað skriving sum er farin framm eftir fundin sum landsstýris- og samgonguumboð høvdu við Vágs Býráð seinasta leygardag.
Samgongan arbeiðir við at finna loysnir uppá trup-ulleikarnar í Suðuroynni sum heild, har sunnara helvt er serstakliga meint rakt og verður tosað um at fáa m.a. fleiri almenn arbeiðspláss í økið, hetta m.a. fyri at fáa tær familjur, sum hava útbúgvið seg eftir lokna miðnámsútbúgving aftur til økið at festa búgv og harvið verða við til at skapa menning og trivnað í oynni.
Eisini eru almennar inntøkur óávirkaðar av teimum sveiggjum, sum mangan eru í einum fiskivinnusamfelagi og kenna vit í Vági alt ov gott fylgjurnar av, ikki at hava eina nøktandi mongd av almennum arbeiðsplássum í økinum.
Vit mugu tíverri ásanna at aftaná sjey sera feit ár, har almennar setanir hava sligið allar rekordir so er onki alment arbeiðspláss komið til syðru helvt av Suð-uroynni, tað er ein sannroynd.
Hóast vit nú væntandi koma at fáa nógv trengri fíggjarligar karmar enn undanfarnu ár, so ætlar sitandi samgonga at fremja munagóðar broytingar fyri menning av økinum bæði innan almenn arbeiðspláss og fremja karmar fyri vinnuligari menning av økinum.
Tað finnast ongar lættar loysnir á trupuleikunum, men okkara ætlan er saman við øllum pørtum at finna skilagóðar lyosnir fyri at fáa vend aftur í ta skeivu gongd sum er.
Tað upplegg sum landsstýrisumboðini saman við løgmanni løgdu fyri Vágs Býráð, metir ein samd samgonga at vera sera skilagott og vil verða við til at menna økið, tí sum nevnt í upplegginum so eru talan um støðug almenn arbeiðspláss fyri miðallangar útbúgvingar og er tað just hesi vit mangla í økinum.

Tilboðið og leyst?
Fundurin sum varð hildin við Býráðið í Vági var ein kunnandi fundur, har hugsanin um at byggja røktarheim á økinum har sum miðnámsskúlin skal byggjast og ístaðin byggja ein skúladepil í Hovi har bæði Miðnámsskúlin og Sjúkrarøktaraskúlin verða samansjóðaðir í eina eind varð fyrilagdur býráðslimum, hetta fyri at fáa klárlagt um áhugi og vilji var tilstaðar frá Býráðsins síðu at gera slíkt umbýti.
Tær metinar sum landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum nýtti sum grundarlag fyri meting av kostnaði, er tann bygging av røktarheimið sum nýliga er byrja í Norðurstremoy, har bygt verður eitt røktarheim á líknandi stødd sum hugsað var at byggja í Vági.
At tað ikki fyriliggur nakað skrivligt tilboð ella detailsprojekt er ikki undarligt, tí áðrenn vit fara til næsta stigið í ætlanini, sum er at fáa hinar kommunurnar í oynni við í ætlanina, so mugu vit sjálvsagt vita um Vágs Kommuna yvirhøvur er áhugað at gera nevnda býtið.
Ásannast má at býráðið ikki var áhugað í einum býtið sum varð lagt upp til og kom als ikki í nakran dialog um uppleggið.
Viðvíkjandi tí parti sum Býráði skal gjaldað í samband við bygging av røktarheiminum, so var nevnt at tann parturin sum kommunan longu hevur brúkt uppá vegir o.a. í samband við miðnámsskúlan, kundi inngingið sum partur av gjaldinum hjá Vágs kommunu til røktarheimsbyggingina.

2 flugur við eitt smekk og nógv byggivirksemið.
Vit tað at Heilsurøktarskúli eftir ætlan eisini skal byggjast á Tvøroyri, so hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, sum skilagott er eisini hugt at, hvussu ein samanbygging av skúlunum kann verða framd og er hansara hugsan skilgóð, tí við at fremja eina slíka fáa pening til avlops sum kann verða nýttur til røktarheimið.
Ætlanin er framyvir at hava skúladepilin sum eina sjálvstøðuga eind og ikki sum nú, har miðnámsskúlin er ein partur at skúlanum í Hoydølum.
Landsstýrismaðurin kunnaði eisini um at hugt var eftir um ikki teir ytru karmarnir til bygning sum er gjørt til Miðnámsskúlan, møguliga við smáum broytingum kann nýtast til røktarheimi hetta fyri at ætlanin kann setast í verk beinanvegin hon er samtykt í ting-inum.
Byggingin í Hovi er ætlan at byrja skjótast møguligt, og er ætlanin at nýta grótið frá komandi tunnilsgerðini sum byrjar í vár at planera økið við og tískil verður einans ein lítil seinking uppá fáar mánaðir í byggingini av miðnámsskúlanum um hendan ætlan verður framd.
Hinvegin verður nógv byggivirkemið og arbeiði til handverkarar við at fremja báðar ætlanir parallelt.


Ætlanin mennandi fyri alla Suðuroynna
Tað, at vit frameftir kunnu hava ein depil í Hovi sum liggur mitt í oynni har allir partar hava líka langt at koma til hendan depil frá Sumba til Sandvíkar, meta vit er rættasta loysnin tí her kunnu vit veruliga gera ein framtíðar skúla- og mentanardepil fyri alla Suðuroynna.

Allur raksturin røktarheiminum goldin av landinum
Nevnast skal til kunnunar, at allur raksturin ? harav lønarparturin í hesum upplegginum verður umleið 15 milliónir um árið verður borin av landinum og tyngir tí als ikki kommunukassarnir ? tvørturímóti, so er hetta ein støðug varandi inntøka fyri øki sum er óávirkað av sveiggjum í búskapinum annars.