Varð sligin

Ein av týðandi leikarunum hjá HB í ár hevur uttan iva verið Jákup á Borg, sum í vetur skifti úr júst B36, sum var mótstøðuliðið í ár. Longu í fyrstu royndini eydnaðist honum eisini at gerast meistari, og hetta í sjálvum sær var eisini eitt av málunum, sum Jákup hevði, tá hann skifti.
- Hetta er jú tað, sum tú strembar eftir. Tað undirstrikar eisini, at hetta er eitt felag, sum vil vinna, og tað hóskar væl til mín, staðfesti hann eftir dystin.
Jákup var nokk ikki tann populerasti maðurin á vøllinum, tá Alex dos Santos fekk reytt kort fyri hevnisøku móti honum. Hvørja ferð hann eftirfylgjandi fekk bóltin, var eitt stórt Buuh at hoyra úr B36-skýlinum, men sjálvur helt leikarin tó ikki, at hetta nervaði nakað stórvegis.
- Tað var so í øllum førum reytt kort. Hann smekkar mær ein beint frammaná, so dómarin fekk so ikki gjørt nakað annað.
- At tey so rópa eftir mær, má eg bara liva við. Eg veit jú, hvat áskoðararnir í B36 halda, so tað má vera teirra rættur. Men tað var nú eitt sindur øðrvísi enn móttøkan, sum eg fekk í fyrra dystinum.