Endurvitjan
29 ára gamli Patrick Possing var ikki púra ókendur við Føroyar, tá hann í síðstu viku saman við liðfeløgunum á landsliðnum hjá Luksemborg fór heimanífrá fyri at spæla landsdyst í Føroyum.
Petrick Possing, sum leygardagin hevði ellivu talið á rygginum og sum spældi við allar 90 minuttirnar var í Klaksvík miðskeiðis í áttati árunum.
? Hann var í tvær vikur skiftis næmingur. Sonur okkara, Jógvan Páll, var í tvær vikur í Luksemborg, har hann búði hjá teimum, og Patrick var í tvær vikur í Klaksvík og búði hjá okkum.
Tað eru Bjørg og Odd Fjalsbak í Klaksvík, sum greiða frá hesum á Svangaskarði leygardagin. Tey vóru komin at heilsa upp á gamla kenningin, sum ikki hevur verið aftur í Føroyum síðani hann var her fyri sekstan árum síðani.
Eftir lokið stríð og eitt kærkomið heitt brúsubað tosaðu Patrick Possing og Fjalsbak hjúnini í Klaksvík eina løtu saman, áðrenn ferðalagið úr Luksemborg fór aftur á Hotel Føroyar, har teir hildu til, inntil teir sunnumorgunin fóru av aftur landinum. Møguleiki var ikki hesa ferð hjá Patrick at fara til Klaksvíkar.
Spældi tú nógv fótbólt, tá tú fyri sekstan árum síðani vart í Klaksvík?
? Ongantíð. Tað høvdu vit ikki stundir til. Tað var nógv meiri spennandi at sigla og fiska, greiðir Patrick Possing frá.
Pinkutjóðirnar øðrvísi kor
Tá prátið kemur inn á fótbólt, dylir Patrick ikki, at hann er eitt sindur vónbrotin:
? Vit høvdu vónað at fingið stig og kanska at vunnið í dag. Tað eydnaðist ikki, og tað er harmuligt. Men tað mest harmuliga er, at vit ikki hava havt møguleika at spæla um stigini. Tað, sum gekk fyri seg á vøllinum, kalli eg ikki fyri fótbólt.
Patrick Possind dadlar ikki føroyingunum fyri veðrið og fyri, at dysturin varð spældur í sovornum umstøðum. Tað er altíð upp til dómaran at gera av, um tað ber til at spæla.
? Vit mugu bara staðfesta, at tað er munur á at vera ein stór fótbóltstjóð og at vera pinkutjóð í altjóða fótbólti. Tað er einki at ivast í, at um hesar umstøðurnar vóru, so hevði dysturin verið avlýstur, um tað vóru Týskaland og Ongland og ikki Føroyar og Luksemborg, sum skuldu spæla. Teir, sum hava avgerðandi orðið, hava ivaleyst hugsað, at føroyingar og teir úr Luksemborg duga ikki at spæla fótbólt kortini. Teir sparka í staðin fyri at spæla, og tí er tað líka mikið, hvørjum umstøðum dysturin verður spældur í, heldur Patrick Possing hálvt í skemti og hálvt í álvara fyri, áðrenn hann biður gomlu vertsfamiljuni í Klaksvík farvæl og saman við vónbrotnu og illa á holdum komnu liðfeløgunum setur seg í bussin.
Bjørg og Odd Fjalsbak veittra farvæl og fara aftur til Klaksvíkar, og myndamaðurin á Sosialinum hevur syrgt fyri, at minnið um løtuna, tá tey aftur hittu skúlanæmingin, er komin á prent.