Í gjárkvøldið var var løgreglan í Vestmanna og kannaði ferðsluna. Í tí sambandi varð ein blaðungur bilførari tikin. Hann hevði einki koyrikort – og tað var av teirri einføldu orsøk, at hann var ov ungur til at koyra bil.
Hann er nú skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti og fyri at hava koyrt bil hóast hann var ov ungur til tað. Men løgreglan kannar eisini, hvussu ungi drongurin fekk fatur á bilinum, og tann kanningin kann enda við, at onkur vaksin, sum hevur vara av bilinum, eisini fær bót fyri at lata einum bil upp í hendurnar, sum einki koyrikort hevur, og sum er ov ungur at koyra bil.
Annars var løgreglan eisini inni í Eysturoynni í við lasaranum, og kannaði, hvussu skjótt bilar koyrdu. Úrslitið av tí var, at átta bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Umframt at teir allir fáa bót, fáa seks av teimum eisini klipp í koryikortið, og ein bilførari missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.