Var ov spentur

Asbjørn helt sjálvur, at hann hevði verið ov spentur undan finaluni, sum tó kortini endaði við gulli

 

svimjing


Beint eftir at Asbjørn var komin úr hylinum, spurdu vit hann, hvussu tað kendist, nú hann sum fyrsti føroyingurin hevði vunnið gullmerki á hesum Oyggjaleikunum.

- Tað plagar jú at vera í svimjing, at fyrsta heiðursmerki kemur, og sjálvandi er tað ein góð kensla.

Spurdur, um hann veruliga fór at trúgva upp á møguleikan, tá hann setti persónligt met um morgunin, segði Asbjørn, at hann vónaði tað besta.

- Hasin, sum var á geil fimm, hevur havt tíðir heilt niður á 30 sekundum, so eg visti, at tað fór at gerast torført.

- Eg var kanska eisini eitt sindur ov spentur í finaluni, og gjørdi eisini eitt mistak í startinum. Vendingin var tó góð, og nú eg havi vunnið, so leggi eg ikki í, at okkurt mistak varð framt á vegnum, segði ein ovurfegin Asbjørn, áðrenn hann fór yvir til rópandi liðfelagarnar.