Var nóg gomul

Altjóða Olympiska nevndin sigur nú, at einki hald var í tosinum um, at kinverska fimleikagentan, He Kexin, ikki var nóg gomul, tá hon vann gull á leikunum í summar. Aldursmarkið fyri at taka lut í OL er 16 ár, og frá fleiri síðum varð ført fram, at Ke Hexin ikki leyk hesa treyt. Málið er nú kanna, og altjoða Olympiska nevndin sigur seg hava fingið haldgóð prógv fyri, at Kexin – eins og fýra aðrar kvinnur undir illgruna – var nóg gomul til at taka lut á leikunum.