Í gjár fekk løgreglan boð úr eini kiosk um, at eitt kvinna hevði verið inni og stolið.
Starvsfólk høvdu sæð kvinnuna í kioskini og tey varnaðust, at hon hevði hug at stinga ymiskt niður í buksurnar.
Løgreglan fór á staðið, og tá ið tey hugdu at upptøkunum av vakmyndatólinum, kendur tey hana aftur. Tey vita hvør hon er og løgreglan fer nú at seta seg í sambandi við hana.
Av tí, at tey ikki hava tosað við hana, leggja tey ikki í at siga, hvat tað er, hon hevur stolið, men tað hevði ikki so nógv upp á seg kortini, siga tey.










