Varðin skal í rættin um 300 milliónir krónur

Eystari landsrættur skal í dag hoyra sakarmálið millum Vinnuna, sum eru eigararnir av Varðanum í Gøtu, og TAKS.

 

Málið snýr seg um partabrøvini í Varðanum. Í 2005 seldu eigararnir partabrøvini til eitt holdingfelag, sum teir sjálvur áttu, men stutt seinni løgdu holdingfelagið og Varðin saman aftur í eitt felag. Hesum líkaði TAKS ikki, sum valdi at stevna Vinnuni. TAKS vildi vera við, at partabrøvini ikki blivu seld, tað vóru jú neyvt somu eigarar áðrenn og aftaná søluna, og at talan tí var um útlutan. Munurin var, at sølan hevði verið skattafrí, men útlutan er skattskyldug.

 

Varðin vann tað málið bæði í Føroya Rætti og Eystara Landsrætti, men tapti í Hægsta Rætti. Tí máttu eigararnir rinda 53,4 milliónir krónur í skatti til TAKS.

 

Málið í dag snýr seg um, at eigararnir vilja vera við, at um partabrøvini ikki blivu seld tá, sum Hægsti Rættur staðfesti, so kunnu partabrøvini seljast í dag - við stórum skattaavsláttri. Lógin er soleiðis sett saman, at partabrøv, sum ein átti áðrenn 2007, kunnu seljast uttan at skattur skal rindast av virðinum, sum partabrøvini høvdu í 2007.

 

Vinnan sendi ein fyrispurning um hetta til Skattakærunevndina, sum gav Vinnuni viðhald. Hesum hóvaði ikki TAKS, sum tí aftur valdi at stevna. TAKS metir ikki, at dómurin hjá Hægsta Rætti hevði nakrar skattatekniskar avleiðingar, og tí eiga eigararnir, um teir velja at selja partabrøvini, at rinda skatt av allari søluupphæddini.

 

Føroya Rættur kom tó til tað niðurstøðu, at umflokkingin hjá TAKS í fyrra skattamálinum ger, at teir saksøktu, tað eru eigararnir av Varðanum, varðveita rættin at selja partabrøvini lutvíst skattafrí, sambært grein 28 í kapitalvinningsskattalógini.

 

Ein grannskoðari hevur roknað virðið á Varðanum út til at vera 890 milliónir krónur. Tað merkir, at um eigararnir av Varðanum skuldu selt Varðan, høvdu fyrstu 890 milliónir krónurnar av søluprísinum verið skattafríar. Tað snýr seg altso um nærum 300 milliónir skattafríar krónur, sum eigararnir fáa í sín part - um teir skuldu selt.