- Málið er at royndarkoyra virkið við svartkjafti í vár, soleiðis at alt verður klárt, tá makrelvertíðin byrjar aftur, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic.
Hann vísir á, at byggingin er nokso kompliserað við tað, at partur av bygninginum er í trimum hæddum, men hann væntar, at tað fer at ganga skjótt at fáa maskinur og útgerð upp, tá tað kemur har til.
- Talan verður í mestan mun um modul, sum verða sett upp, sigur Bogi Jacobsen, stjóri.
Sáttmálin, sum Varðin Pelagic hevur gjørt við íslendsku fyritøkuna Skaginn í Íslandi um maskinur og útgerð, er hin størsti, sum fyritøkan á Akranesi nakrantíð hevur gjørt.
Tað sigur stjórin í íslendska felagnum, Ingólfur Árnason, við Fiskifréttir.
Millum aðrar íslendskar fyritøkur, sum skulu lata útgerð til virkið á Tvøroyri, eru eitt nú Frost og Rafeyri á Akureyri.