Varðin Pelagic fyrstu svartkjaftalastina

Jupiter byrjaði í gjár at landa fyrstu svartkjaftalastina til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Svartkjaftur er eitt av grundasteinunum undir virkinum

Tíðliga sunnumorgunin byrjaði kombineraða nótaskipið og trolarin Jupiter at landa tey 700 tonsini av svartkjafti, sum skipið hevur fiskað, til Varðan Pelagic á Tvøroyri.??
Hetta er fyrsta svartkjaftalastin í ár, og hetta er samstundis fyrstu ferð, at Varðin Pelagic tekur ímóti svartkjafti yvirhøvur.
- Hetta er so ein roynd, og hesin svartkjafturin verður heilfrystur, men seinni fara vit so at skera, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic.
Hann sigur, at tað verður tikið eitt stig í senn við at frysta og síðani at skera.
- Seinni koma týskarar upp til Føroya at seta deilir í maskinurnar, sum skulu til fyri at kunna skera svartkjaft. Teir koma seinni í vikuni, sigur Bogi Jacobsen.
Tað merkir, at maskinurnar ikki sum er kunnu skera svartkjaft.
- Tær eru keyptar at skera svartkjaft við, líka so væl sum sild og makrel, men tað eru lutir, ið verða skiftir út millum framleiðslurnar, og tað eru hesir lutir, ið týskararnir koma við, sigur Bogi Jacobsen.
Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at virkið eisini skuldi taka ímóti svartkjafti.
- Ja, tað hevur alla tíðina verið ein partur av konseptinum. Vit ynsktu at fáa svartkjaft í desember mánað fyri líka sum at royndarkoyra maskinurnar og framleiðsluna, men tað eydnaðist so ikki, sigur Bogi Jacobsen.
Hetta er tí fyrsti svartkjafturin, sum virkið tekur ímóti.
- Vit eru spentir upp á at royndarkoyra fabrikkina og maskinurnar, tí tað er altíð so, at tú noyðist st innstilla summar lutir, og tað verður so gjørt við næstu lastina, sigur Bogi Jacobsen.

Væl nøgdir
Møguleikarnir eru fleiri at viðgera svartkjaftin.
- Vit kunnu bæði avhøvda, magaskera og skráskera, so har liggja fleiri møguleikar. Vit kunnu síðani senda vøruna til aðrar at turka, ella at vit frysta fløkini fesk, sigur Bogi Jacobsen.
Svartkjafturin krevur eina ávísa stødd, fyri at maskinurnar kunnu skera hann.
- Jú, tað skal hann hava, men vit hava stóran kapasitet inni á virkinum at skilja svartkjaftin, og taka tað smáa frá og heilfrysta tað, meðan tann stóri fiskurin verður skorin, sigur Bogi Jacobsen.
Nú komið er inn í nýggja árið, og hugt verður aftur um bak, letur stjórin væl at.
- Vit eru væl nøgdir við farna árið. Tað hevur verið fult tryst á, og vit hava havt nóg mikið at gjørt heilt frá januar mánað av til desember. Tað hevur verið strævið fyri alt arbeiðsfólkið, tí alt hevur verið nýtt, sigur Bogi Jacobsen.
Hann heldur kortini, at tað hevur gingið ógvuliga væl.
- Tá hugsað verður um, at alt hevur verið nýtt, og vit eru komnir heilskapaðir ígjøgnum tað, so eru vit ógvuliga væl nøgdir við árið. Tað kundi verið so nógv, sum gekk galið, og tí eru vit sera væl nøgdir við, at vit ikki hava mist ein einasta dag orsakað av tekniskum feilum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic.