Varðin hevur aðalfund í kvøld

Seinni í ár fer at bera til at lesa allar Varðarnar, sum eru komnir út síðani 1921, á internetinum.

 

Hesum boðaðr bókmentafelagið Varðin frá, nú boðað verður til aðalfundar í kvøld klokkan 19:30. Aðalfundurin verður hildin á Føroya Prenti í Havn.

 

Ætlanin er at skanna allar teir gomlu Varðarnar inn, soleiðis at teir kunnu lesast á internetinum í einum databasa, har tú eisini kanst leita frítt í øllum tekstunum. Tað er Landsbókasavnið, sum stendur fyri arbeiðinum, sum verður átøkt tí, sum vit kenna við teimum føroysku bløðunum, sum kunnu lesast í www.tidarrit.fo

 

Tíðarritið Varðin er komin út síðani 1921. Viðhvørt fleiri ferðir um árið, og viðhvørt hevur verið longri ímillum útgávurnar.

 

Í nevndini hjá Varðanum sita Zakarias Wang, sum er formaður, Óli Jacobsen, sum er kassameistari og Jon Hestoy, sum er nevndarlimur.

 

Tað má sigast at vera ikki sørt sermerkt, at tað í einum so lítlum samfelag sum okkara hevur borið til at givið út eitt mentanarligt tíðarrit á føroyskum málið so leingi.

 

Áðrenn bókmentafelagið Varðin varð stovnað í 1921 var bara ein skaldsøga komin út á føroysum, og ikki fyrr enn í 1938 fingu vit føroyskt sum undirvísingarmál í skúlunum.

 

10 tær fyrstu skaldsøgurnar á føroyskum eru hesar:

       1909 - Bábelstornið / Regin í Líð. - Tórshavn : Hitt føroyska bókmentafelagið, 1909. - 262 síður

       1927 - Aðru ferð : ein framtíðarmynd / Victor Danielsen. - Tórshavn : V. Danielsen, 1927. - 62 síður

       1927 - Beinta / H. A. Djurhuus. - Tórshavn : [s.n.], 1927. - 157 síður.

       1930 - Lognbrá / Heðin Brú. - Tórshavn : Varðin og Merkið, 1930. - 151 síður

       1935 - Fastatøkur / Heðin Brú. - Tórshavn : Varðin, 1935. - 205 síður

       1940 - Feðgar á ferð / Heðin Brú. - Tórshavn : Varðin, 1940. - 159 síður

       1946 - Fiskimenn / Martin Joensen. - Tórshavn : Norrøna forlagið, 1946. - 322 síður

       1947 - Nei - lyftið sveik ikki / Victor Danielsen. - Tórshavn : Norrøna forlagið, 1947. - 102 síður

       1952 - Hitt ævinliga gonguverkið / H.M. Eidesgaard. - Tórshavn : Eysturlund, 1952. - 152 síður

1952 - Tað lýsir á landi / Martin Joensen. - Tórshavn : Varðin, 1952. - 344 síður

 

Aðalfundurin verður sum nevnd á Føroyaprenti í kvøld klokkan 19:30, har kunnað verður nærri um ætlanina at talgilda gomlu Varðarnar. Nýggir limir kunnu eisini tekna seg.