Varðin, Framherji og Samherji vilja leiga

- Tað eru so nógv áhugamál í einum slíkum búgvi, og tí tori eg einki at siga ella at trúgva, fyrr enn endaligur sáttmáli er undirskrivaður, og øll viðurskifti eru greið, sigur Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja

LEIGUSÁTTMÁLI

Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, váttar, at tað eru somu partar, sum fyrr í heyst samráddust um at yvirtaka partabrøvini í Faroe Seafood, sum nú eru í samráðingum við búgvið eftir felagið um at leiga seks ísfiskatrolarar og nøkur virkir, sum eru í trotabúnum.
- Men vit vita, hvussu tað gekst seinast, og tí tori eg einki at siga, fyrr enn alt er liðugt.
Reiðarin vísir á, at tá talan er um eitt trotabúgv, sum Faroe Seafood og Faroe Fish II eru, er hetta ikki sum at samráðast undir vanligum handilsligum umstøðum.
- Tað eru so nógv áhugamál í einum slíkum búgvi, og tí tori eg einki at siga ella at trúgva, fyrr enn endaligur sáttmáli er undirskrivaður, og øll viðurskifti eru greið, sigur hann.

Einki er liðugt
Anfinn Olsen heldur seg tí orðini um, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
- Men vit hava nú í eina tíð arbeitt við hesi ætlan, sum vit vóna røkkur á mál.
Spurdur, um talan verður um leigu av skipum og nøkrum virkjum við forkeypsrætti, sigur reiðarin, at tað dugir hann í løtuni slett ikki at meta um.
- Vit eru umleið somu partar, sum fyrr í heyst vóru áhugaðir í at keypa partabrøvini í Faroe Seafood. Nú mugu vit so síggja, hvussu langt vit náa í hesum samráðingum um leigu av skipunum í Faroe Fish II og nøkrum virkjum, sigur Anfinn Olsen, reiðari.