Varðin bíðar eftir Fiskimálaráðnum

- Tað kostar ikki Fiskimálaráðnum nakað at flyta kvotu, og hetta merkir heldur ikki, at meira verður fiskað, sigur Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu.

Nú útlitini til at fáa mest møguligt burtur úr sildakvotuni í heyst – til manningar, reiðarí og samfelag – eru rættiliga ivingarsom, hevur Varðin í Gøtu vent sær til Fiskimálaráðið um møguleikan at flyta partar av sildakvotuni til 2018, tá Varðin Pelagic á Tvøroyri aftur kann taka ímóti.

 

Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at felagið eisini hevur verið á fundi við Fiskimálaráðið um spurningin um møguleikan at flyta sildakvotu til 2018, men haðani hevur reiðaríið einki greitt svar fingið – annað enn, at tey arbeiða við málinum.

 

- Vit kunnu vænta, at sildavertíðin byrjar fyrsta dagin, og hóast vit hava bíðað eftir svari úr Fiskimálaráðnum í umleið hálvan annan mánaða, fyriliggur einki greitt haðani. Bæði í Noregi og Íslandi er vanligt, at ein partur av uppsjóvarkvotunum verður fluttur yvir um ársskiftið.

 

Skrivstovuleiðarin vísir á, at tað kostar ikki Fiskimálaráðnum nakað at flyta kvotu, og hetta merkir heldur ikki, at meira verður fiskað, tí kvotunøgdin verður neyvt hin sama – antin fiskurin verður veiddur í hesum árinum ella næsta ár.

 

Tórheðin Jensen sigur, at tað hevði verið munandi lættari at lagt fiskiskapin í heyst til rættis, um partur av kvotuni hevði verið fluttur, og Varðin í Gøtu hevði vónað, at Fiskimálaráðið tók atlit til støðuna, sum kom í, tá Varðin Pelagic á Tvøroyri brann, og Føroyar harvið mistu ein so stóran part av móttøkukapasitetinum.

 

- Tað hevði eisini komið arbeiðsfólkinum í Suðuroy til góðar, tá virkið á Tvøroyri kemur í gongd aftur, um ein partur av sildakvotuni – eginkvotunum - hevði verið goymdur til 2018. Tað er trupult at planleggja, tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki vil koma út úr buskinum, sigur Tórheðin Jensen.

 

Hann vísir á, at tað er partur av eginkvotunum, sum Varðin í Gøtu ynskir at fáa møguleikan at flyta.

 

- Úr Fiskimálaráðnum hava vit fingið greitt at vita, at uppboðssølukvoturnar skulu fiskast í ár, og loyvi verður ikki givið at flyta tær yvir um ársskiftið, men í hesum førinum er tað eginkvoturnar, sum vit hugsa um, sigur skrivstovuleiðarin.

 

Alt bendir á, at stóra heildarkvotan av norðhavssild í ár verður munandi minni næsta ár, og tí verður hugsandi eisini munandi minni í okkara part tá. Longu áðrenn sildafiskiskapurin byrjar, hava eisini norðmenn ætlanir um at goyma part av sínari kvotu til næsta ár, tá eisini kvotan hjá teimum væntandi verður nógv minni næsta ár.

 

Tórheðin Jensen vísir á, at eitt annað sjónarmið, sum eisini eigur at vera tikið við, er, at nógva sildin, sum væntandi verður fiskað í heyst, fer at trýsta marknaðin rættiliga hart.

 

- Tískil hevði tað eisini verið ein marknaðarfyrimunur, um partur av sildakvotuni varð goymdur til næsta ár. Eitt er, at landsstýrið arbeiðir við einari fiskivinnunýskipan, men tað eigur at bera til – og tað ber til, um landsstýrismaðurin vísir vilja til tess - at gera eina serliga skipan fyri sildina í ár, nú støðan er, sum hon er, sigur skrivstovuleiðarin.