Var illa sjúkur og harmast um slatursøgurnar

– Hann var illa sjúkur av koronu og er keddur um, at hann smittaði onnur.Harumframt hava fólk sum heild misskilt støðuna og hildið, at hann hevur brotið tilmælini og byrjað stóra smittuketu. Søgurnar, sum ganga, passa ikki heilt, sigur Janus Rein

Síðst í november 2020 fór Janus Rein til Danmarkar á eitt skeið í arbeiðsørindum.

– Eg arbeiði á advokatskrivstovu, og sum partur av mínum arbeiði skuldi eg niður á eitt skeið, har talan var um eitt kravt skeið. Meðan eg var í Danmark, ansaði eg væl eftir við reinføri og frástøðu. Á hotellinum helt eg meg á mínum kamari, fór ikki oman í matstovuna, og hevði leigubil. Eg vildi jú ikki verða smittaður, sigur hann.

Tá skeiðið var av, fleyg Janus Rein aftur til Føroya. Hann varð potaður á flogvøllinum um middagsleiti, og sama dag fekk hann svar um, at testin var negativ.

– Tilmælini tá ljóðaðu, at man skuldi kanna seg á flogvøllinum og síðani aftur á sætta degi eftir heimkomu. Tá varð tilmælt, at ein helt seg heima, til svar varð komið upp á fyrstu testina frá flogvøllinum. Einki krav var um at halda seg heima í millum testirnar. Á teimum flestu arbeiðsplássunum fóru fólk aftur til arbeiðs eftir fyrstu testina, og tað gjørdi eg eisini, sum var avtalað mannagongd á okkara arbeiðsplássi, sigur hann.

– Eg kendi meg frískan, og eg fór til arbeiðis og var úti í samfelagnum. Eg hevði nakað av kontakt við onnur menniskju, men ikki nógva. Eg var millum annað til steypafinalu í fótbólti tað vikuskifti, men har var eg væl innpakkaður í dýnujakka, handskum og húgvu í ringa veðrinum, so eg ivist í, um eg kann hava smittað nakran har, greiðir hann víðari frá.

Seks dagar eftir, at Janus Rein kemur heim aftur til Føroya, tekur hann enn eina koronutest. Um somu tíð fær hann ein teldupost frá advokatfelagnum í Danmark um, at onkur á skeiðnum, hann hevði verið á, hevði fingið koronu. 

Les longri samrøðu við Janus Rein í Vikuskifti hjá Sosialinum, har vit á tema síðunum líta aftur á nú eitt ár er liðið, síðani landið varð rakt av koronu.