Gilli Rólantsson, sum í gjár skifti AaB út við Brann í norsku Tippeliguni, var als ikki í iva, tá ið norska felagið setti seg í samband við hann.
- Eg var ikki eitt sekund í iva, tá Brann vísti so stóra interessu fyri mær. Eg havi sagt at spælitíð er tað allar vigtigasta beint nú, og eg ivist onga løtu í, at hetta er tað rætta felagið til mín. Eg eri skuffaður/súrur yvir, at tað ikki gekk soleiðis sum eg vildi hava tað í Aalborg. Men eg má eisini viðganga tað, at nakrir hava longrr veg enn aðrir, og eg var ein av teimum, sum høvdu longst veg av øllum. Tað fann eg meg ikki í í longdini, og tí valdi eg skifta AaB út við Brann, skrivar Gilli á facebook í dag.
Hetta er ein spennandi og góður møguleiki hjá mær, tí bæði venjarin og sportchefurin vildu hava meg upp til Bergen áðrenn vindeygað lukkaði í gjár, og tað eydnaðist. Til síðst vil eg gjarna takka øllum, sum hava ynskt mær tillukku vid sáttmálanum, og ikki gloyma mín umboðsmann, Annfinn Gaard, fyri eitt megnar arbeiði, skrivar hann víðari.
Gilli, sum hevur fingið troyggju nummar 17, kann fáa sín fyrsta dyst fyri Brann leygardagin, tá ið hann og nýggju liðfelagir hansara fáa vitjan av oddaliðnum, Rosenborg.









