Var hetta betur ósagt?

Torbjørn Jacobsen hevur enn einaferð sett dagsskránna á politiska leikpallinum. Hesuferð segði hann tað, sum flestu okkara vildu kustað undir vaðingina. Fleiri hava tikið orðið, men bert Torbjørn hevur sagt Orðið. Øll hini glíða av við vendingini "um tað er so..."

Millum manna ljóðar tað ørkymlaða: "Hetta var helst betur ósagt" ? Men hvat nú?

Ein spurningur um mentan og virði
Við nýggju stýrisskipanini hava vit skift eina politiska mentan við aðra. Løgmaður og landsstýrismenn hava nú so stórt vald, at teir í praksis eru einavaldsharrar á sínum øki í flestu almennu málum og harvið í stórum parti av praktiska lívinum hjá teim flestu.
Á herðum løgmans og landsstýrismanna hvílir okkara felags mentan og felags virði. Teirra atferð er veljarans atferð og teirra virði eru veljarans virði.
Meðan politikarar og embætisverk tykjast hava tikið nýggju stýrisskipanina til sín uppá ein heilt serligan máta og hava við orðum Heðins Brú skift mentan, sum vit skifta stúku, so hevur vanligi veljarin neyvan givið sær far um broytingina.
Eldra tingmentan okkara var felagsskapur, opinleiki og tøgn um ymsu veikleikarnar hjá tí einstaka.
Samanborið við politikarar í øðrum londum hevur føroyski politikarin fingið rættiliga stórt frælsi at liva sítt privata lív leyst frá tí politiska lívinum. Tøgnin kávaði útyvir veikleikarnar, sum oftast vóru at liva við hjá øllum. Tað var verri at siga, at annar segði ósatt enn at siga ósatt og tað var verri at siga, at annar tekur enn at taka.
Virdu politikarar og embætisverk hendan siðaarv, so bar væl til at fáa gagn av nýggju stýrisskipanini.
Men við verandi kós beri eg ótta fyri, at eisini veljarin má seta sær fyri at broyta mentan sína.

"De magtesløses magt" ? Vaclav Havel 1978
"Hvis "livet i løgn" er systemets grundlæggende støtte, kan det ikke undre, at "livet i sandhed" bliver den grundlæggende trussel mod det. Derfor må systemet forfølge det hårdere end noget som helst andet."
Spurningurin um, hvørt vit kunnu liva við veikleikunum hjá tí einstaka ? eisini í landsins hægstu útinnandi valdsembætum ? kann svarast óbeinleiðis ígjøgnum hendan logiska setningin hjá Havel.
Um so er, at "livet i sandhed" verður atsøkt frá hægsta stað, tí ósannindi og ósonn atferð fyllir so nógv í valdsskápunum, so er tíðin búgvin at bróta tøgnina, hóast talan pínir.

Maktlæran ella leiðslulæran
Tað ber eisini til at finna ýti at meta um "livet i sandhed" verður atsøkt.
Í høvuðsheitum eru tvey sett av amboðum til at stýra við. Annað settið ber heitið "maktlæran", sum er eitt høvuðsevni í tí partinum av samfelagsvísindini, sum tekst við statsvísindi ? politologi.
Hitt settið av amboðum ber heitið "leiðslulæran", sum er væl nýggjari læra og sum hevur høvuðssæti á lærdum skúlum innan leiðslu og organisatión.
Hesir báðir amboðskassarnir eru so ymiskir, at tað snøgt sagt ikki ber til at virka við báðum samstundis. Teir útiloka hvønn annan. Har leiðslulæran hevur til endamáls at fremja felags mál í felag hevur maktlæran til endamáls at fremja egin áhugamál við annara hjálp.
Leiðslulæran verður drivin við felags vilja til gott verk og felags tilfeingi. Felagsskapurin er kjarnin. Maktlæran verður drivin við egináhugamálum. Rásarúmið, sum maktlæran byggir á, er at rættarskipanin, umboðsmaður løgtingsins, fjølmiðlarnir, tann einstaki kritikaranin og aðrar eftirlitsskipanir hava avmarkaða orku, avmarkað innlit og avmarkaðar møguleikar.
Har leiðslulæran ikki kann liva við ósannindum og ósannari atferð ber als ikki til at útinna maktlæruna í verki uttan ósannindi og ósanna atferð.
Ella sagt øðrvísi: Maktlæran má í síni útinning vísa til "livet i løgn", meðan leiðslulæran ikki kann annað enn vísa til "livet i sandhed".
Í tí sambandi er tað umhugsanarvert, at formaður Tjóðveldisfloksins og ráðgevar hansara brúka tríggjar dagar at leita í ymiskum amboðskassum til tess at seta seg føran fyri at svara alment uppá spurningin, hvat flokkurin sigur til tað, sum Torbjørn hevur skrivað. Eftir hesar tríggjar dagarnar tekur hann fram eitt av amboðunum hjá maktlæruni og roynir at gera málið til eitt persónsmál ? t.e. at skúgva málið sjálvt av dagsskránni.
Eg ivist ikki í, at varð leitað í amboðskassanum hjá leiðslulæruni, so var svarið nakað øðrvísi ? og helst væl lættari hjá okkum øðrum at skilja.

Orðið er sagt ? hvat so?
Sjálvur meti eg, at vit eru í einum mentanarligum aldudali, har ósannindi og ósonn atferð kemur alt ov ofta fyri, har slíkt helst ikki skuldi komið fyri og als ikki tilætlað.
Korini hjá "livet i sandhed", munnu vera so ymisk á teim ymsu málsøkjunum. Ringast man vera statt undir honum, sum alment hevur sagt beinleiðis ósatt tvær ferðir, tað eg veit um. Fylgjurnar eru eyðsýndar bæði fyri úrslitini og fyri tey, sum dagliga starvast ? og eitt sindur øðrvísi fyri tey, sum ikki fáa loyvi at útinna sítt dagliga yrki ? innan tey málsøki, viðkomandi hevur ábyrgd av.
Allir politikarar kenna til hesi viðurskifti og eingin umbering er fyri ikki at gera nakað við tað. Serliga ábyrgd hava samgongupolitikarar og nú orðið er sagt, eru bert tvinnar leiðir: Antin søkka vit djúpari í "livet i løgn", ella vilja tey fólkavaldu brúka sítt mandat frá veljaranum til frama fyri "livet i sandhed". Millumvegur er eingin.
Nú orðið er sagt, verður veljarin settur í eina valstøðu, tí gera tey fólkavaldu einki við uppgávuna, so er ábyrgdin veljarans til næsta val: hvørji virði og hvørja mentan vil eg sum veljari lata mína atkvøðu brúka til.
Á herðum veljarans hvílir ábyrgdin at velja virðilig umboð á Ting, sum í verki útinna felags virði og mentan okkara og sum forða tí, sum vit ikki ynskja skal vera partur av okkara felags mentan.