Varðhaldsfongslaður fyri medisinstuldur

Maðurin, sum løgreglan hevur undir illgrunað fyri í tveimum umførum at hava brotið seg inn á Landssjúkrahúsið ? fyrst psykiatrisku deild og síðani ambulatoriið ? varð seinnapartin í gjár varðhaldsfongslaður fram til 1. september.

Maðurin breyt um vikuskiftið inn á psykiatrisku deild, har hann stjól hálvthundrað tablettir av. Týsmorgunin fekk løgreglan aftur eina fráboðan um ein óbodnan gest, hesaferð á ambulatoriinum.

Seinnapartin týsdagin varð ein maður handtikin og í gjár varð so staðfest, at hann skal varðhaldsfongslast til 1. september.