Varðhaldsfongslaðir fyri hassjsmugling

Føroya rættur varðhaldsfongslaði í gjár tveir grønlendingar, tí 13 kilo av hassji vórðu funnin umborð á trolara teirra, sum kom inn á Havnina.

Einki fæst at vita frá rættarfundinum, annað enn at menninir vórðu varðhaldsfongsaðir í fýra vikur. Tvær vikur skulu teir sita avbyrgdir.

Meira fæst ikki at vita, tí rættarfundurin varð hildin fyri dupult afturlatnum hurðum.

Hasshið var funnið umborð á grønlendska trolaranum Polar Qaasiut. Tollararnir funnu fyrst eina minni nøgd, men tá ið kannað varð nærru, vórðu samanlagt 13 kilo funnin. Tað var vert einar 11 mió. krónur.