Á varðhaldi móti ?kynsvillum?


 

Miðflokkurin ætlar sær framhaldandi at vera á varðhaldi móti samkyntum ? ella ?kynsvillum?, sum formaður floksins kallar hesi í formansfrágreiðing síni.

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, greiddi á landsfundinum leygardagin frá, at hann sum limur í grundlógarnevndini í oktober fekk eina ?ótespiliga? áheitan frá einum av forsprákarunum hjá teimum ?kynsvillu?.

? Í hesi áheitan hótti forsprákarin beinleiðis grundlógarnevndarlimir. Hann gjørdi greitt, at taka limirnir ikki viðurskifti teirra við sum sjálvstøðugt mál í komandi grundlógini, fara tey kynsvillu at seta tiltøk í verk móti Føroyum, bæði her heima og uttanlands, segði Jenis av Rana í formansfrágreiðing síni.

Formaður Miðfloksins gjørdi greitt, at her er enn eitt mál, ið krevur ein flokk, ið er á varðhaldi, sum krevur eitt mál, og sum torir at standa við hetta, hvat tað enn kostar.