Maðurin, sum hevði fleiri hasjplantur í einum húsum við Norðskála, varð í dag varðhaldsfongslaður. Maðurin, sum er í tríatiárunum, var til grundlógaravhoyring í Føroya rætti í dag, og aftaná avgjørdi rætturin, at maðurin skal sita í varðhaldi í 14 dagar.
Maðurin bleiv avhoyrdur fyri afturlatnum hurðum.
Løgreglan hevur í dag upplýst, at hon legði hald á 170 hassjplantur, sum maðurin hevði í einum sethúsum við Norðskála.









